Home Komandi tiltøk Rennikapping á Sundalagsstevnuni

Rennikapping á Sundalagsstevnuni

by athletic

Renning á Sundalagsstevnuni 2004
Kapprenningin á Sundalagsstevnuni verður leygarmorgunin 16. juni, og skráin verður hendan:

Kl. 10.00 Tilmelding og avheintan av startnumrum
Kl. 11.00 Vaksin og veteranar renna 6 kilometrar
Kl. 11.00 Ung 1990-93 renna 3,4 km
Kl. 11.40 Dreingir og gentur árgang 2000 og seinni renna 800 metrar
Kl. 11.50 Dreingir og gentur árgang 1997-99 renna 1200 metrar
Kl. 12.00 Dreingir og gentur árgang 1994-96 renna 1800 metrar
Kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan

Tíðirnar eru vegleiðandi.

Startur og mál hjá øllum bólkum er frammi við nýggja fótbóltshúsið. Tey vaksnu og veteranarnir renna frá húsunum heim móti bygdini, og snara so til høgru oman Nýggjavegsbrekkuna. Renna so tvey heil umfør Hvalvík – Oyran – Streymnes, og síðani á mál við fótbóltshúsið. Runnið verður fram eftir Neystavegnum.

Veteranbólkurin er fyri tey, ið eru fødd í 1961 ella fyrr.

Tey ungu fødd í 1990-1993 renna saman við teimum vaksnu, men einans eitt umfar.

Børnini renna frá fótbóltshúsunum og fram eftir Gamlavegi, har tey venda og renna aftur á mál við fótbóltshúsið.

Kostnaðurin er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

Heiðursmerki verða til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og allir luttakarar fáa leskidrykk tá teir koma á mál.

Meldast kann til á staðnum, men best er, um tit melda til á her á heimasíðuni. Vel “Tilmelding” omanfyri ella trýst her.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við!

Sundarenning

0 comment
0

Related Articles