Home Komandi tiltøk Renning úr Sumba til Sandvíkar

Renning úr Sumba til Sandvíkar

by Guttorm Sørensen

Vikuskiftið 3.-5.apríl verður skipað fyri renning í Suðuroy. Runnið verður úr Sumba til Sandvíkar, sum er ein teinur uppá góðar 50 kilometrar. Tó verður allur teinurin ikki runnin í einum. Ístaðin er rennitúrurin býttur í fýra “styttri” teinar.


Runnið verður úr Sumba til Sandvíkar

Tað er VILT, við klaksvíksinginum Finn Johannessen á odda, sum vegna Hvistan, Treysti og Bragdið, ið skipar fyri renningini. Talan verður um ein hugnaligar rennitúrar, heldur enn rennikapping. Afturat renningini, so verður eisini møguleiki at uppliva Suðuroynna, tí skipað verður eisini fyri ymiskum útferðum og tiltøkum fyri luttakarunum.

Skráin fyri renningina sær soleiðis út:

Fríggjadagur 3. apríl:
17.00 Renna úr Sumba til Vágs 13 km
Felagshugni og matur

Leygardagur 4. apríl:
09.00 Renning úr Vági til Hovs 10 km
Seinnapartin verður útferð gjørd í oynni
17.00 Renning úr Hovi til Tvøroyrar 16 km
Felagshugni, matur og okkurt skemtiligt

Sunnudagur 5.apríl:
08.30 Renning av Tvøroyri til Sandvíkar 17 km
“Heilsuguðstænasta” í Hvalbiar Kirkju
Seinnapartin verður enn ein útferð gjørd.

Luttakaragjaldið er 800,- kr fyri tey, ið koma suður, íroknað er ferðaseðil, matur, gisting og luttøkugjald. Fyri luttakarar úr Suðuroynni verður kostnaðurin 200,- kr.

Møguleiki verður eisini at luttaka í einstøkum renningum, um ein hevur hug til tað. Bussur kemur at fylgja luttakarunum, um so er, at ein má geva upp á hálvari leið.

Tekning fer fram á vilt@vilt.fo, har upplýstast skal navn, bústaður og telefonnummar. Samstundis skal luttøkugjaldið, á 800 kr., gjaldast á konto.nr. 9181-170.980.3.

Hugsast kann at hetta er startskotið til at renna allar Føroyar, har man til dømis rennur í Sandoynni komandi ár, Vágoynni árið eftir osv. til man so endar í Norðoyggjum á Viðareiði um nøkur ár, og so verður byrjað av nýggjum.

Fyriskipararnir vóna at nógv taka undir við hesum tiltaki, og heita á tey íð ætla at luttaka, um at boða frá luttøkuni skjótast tilber. Á heimasíðuni www.vilt.fo ber til at síggja hvør longu hevur meldað seg til renningarnar í Suðuroynni.

0 comment
0

Related Articles