Fríggjakvøldið 14. juli skipar Frælsi fyri renning á Vestanstevnu í Sandavági. Hetta er samstundis 5 umfar av Grand Prix kappingini í renning hjá FÍF.
Teinarnir verða hesir:
Børn -7 renna 500m
Børn -10 renna 1000m
Børn -13 renna 2000m
Ung -17 renna 4000m
Vaksin og veteranar renna 7500m
Motionistar renna 4000m
Byrjað verður kl. 18, og startnumrini kunnu heintast ein tíma undan kappingini við SÍF-húsið. Startgjaldið er kr. 50,- fyri vaksin og kr. 20,- fyri børn. Møguleiki er fyri at skifta í SÍF-húsinum.
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni.