Home Komandi tiltøk Roysnið bjóðar til fyrilestur við Magna Mohr

Roysnið bjóðar til fyrilestur við Magna Mohr

by Hallur Holm

Í sambandi við mentunarvikuna í Runavík skipar Roysnið fyri fleiri áhugaverdum tiltøkum. Mest forvitnisligt er fyrilestur við Magna Mohr, sum verður í kantinuni í Løkshøll Leygardagin kl. 13.00. Fyrilesturin nevnir hann “Grundreglur í kropsligari venjing, serliga renning”, og fyri rennarar er hetta kærkomið høvi at ogna sær meira vitan um tað, sum dámar okkum so væl.

Tí Magni Mohr er ikki hvør sum helst. Hann hevur seinastu 15 árini granskað á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og Exeter í Onglandi. Fyrst og fremst hevur hann granskað í arbeiðs- og venjingarfysiologi, sum hevur samband við kropslig avrik hjá úrvalsítróttarfólki. Í hesum sambandi hevur Magni skrivað fleiri enn 60 vísindaligar greinar umframt tríggjar bøkur. Eisini hevur hann arbeitt fyri danska fótbóltslandsliðið, Juventus og Chelsea.


Magni Mohr, PhD í Human Physiologi

Tiltakið er ókeypis. Kaffi og the umframt okkurt etandi fæst til keyps, meðan tiltakið er.

Men longu leygarmorgunin frá kl. 10 – 12 fara limir í Roysninum at renna á rennibondum í tjaldinum, sum uttanfyri Orkis á Glyvrum, ella beint omanfyri kirkjuna. Her ber til at gita, hvussu langt rennararnir klára at renna tilsamans, og spennandi vinningur verður til tann, ið er nærmast rætta talinum. Eisini í tjaldinum fer Roysnið at selja kaffi og køkur.

Sunnumorgunin klokkan 9.00 verður vanligi sunnudags-felagstúrurin á skránni. Møtt verður við ítróttarhøllina, og øll kunnu sjálvandi koma við.


Marnar Pattinson er formaður í Roysninum. Hendan myndin er frá FM í uttandura-karaoke.

 

 

0 comment
0

Related Articles