Home Komandi tiltøk Roysnið skipar fyri vindmyllurenning

Roysnið skipar fyri vindmyllurenning

by Hallur Holm

Í sambandi við, at vindmyllurnar hjá SEV í Nes haga blivu tiknar alment í nýtslu í nov. 2012, skipað SEV, Nes kommuna og Roysnið fyri almennum rørsludegi leygardagin 23. mars 2013, kl. 14.00. Rørsludagurin skuldi verða 1. desember 2012, men bleiv útsettur vegna veður. Síðan fyrstu myllurnar komu upp í Nes haga, og vegur bleiv gjørdur gjøgnum hagan, hevur hetta økið verið sera nógv vitjað. Vegurin hevur verið sera nógv brúktur, tá fólk skulu ein gongu- ella rennitúr, ella bert út í náttúruna at fáa sær fríska luft.

At Nes hagi og Mylluvegurin eru vorðin ein náttúruperla hjá fólki, verður í hesum sambandi skipað fyri einum tiltaki leygardagin, 23. mars 2013, har møguleiki er fyri at ganga og renna eftir nýggja Mylluvegnum út á Eystnes, har sunnastu myllurnar standa.

Eingin tilmelding verður í sambandi við tiltakið. Møtt verður við Tofta skúla kl. 14.00. Møguleiki verður at ganga/renna 4 km ella 6 km.

Luttakarar sum ætla at renna allan vegin byrja við skúlan. Teinurin er 6 km. út á Eystnes.

Luttakarar, sum ætla at ganga ella renna ein styttri tein, verða koyrd við bussi út á Pæturshús, og byrja túrin har. Teinurin harfrá er 4 km. út á Eystnes.

Tá ið túrurin er liðugur, og øll eru møtt úti á Eystnesi, bjóða SEV og Nes kommuna frukt og vatn á staðnum.

Bussar koyra av Eystnesi og inn til Tofta skúla eftir tiltakið.


0 comment
0

Related Articles