Home Komandi tiltøk Seinasta umfar av Vetrarkappingini í renning

Seinasta umfar av Vetrarkappingini í renning

by athletic

Leygardagin 31. mars kl. 11.00 skipa Roysnið og Frælsur Ítróttur Føroya fyri sjeynda og seinasta umfari av Vetrarkappingini 2006/2007. Seinasta rennikappingin á hesum sinni er tann árliga Várkappingin í Runavík. Teinurin, sum runnin verður, er 10 kilometrar hjá teimum vaksnu, meðan børnini renna 5 kilometrar.

Í Várkappingini eru vanliga nógvir luttakarar við. Tá ber til hjá teimum einstøku rennararnum at royna seg á 10 kilometur teininum og fáa greiðu á, hvussu venjingin gjøgnum veturin hevur hilnast. Rutan er góð at renna, og hava rennarnir verið sera glaðir fyri hesa rennikapping.

Rutan
Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið. Tey ungu renna eftir somu rutu, men byrja beint niðanfyri tey vaksnu, og koma á mál sama stað sum tey. Rutan sæst niðanfyri.

Rutan í Runavík

Luttøkutreytir
Kappast verður í hesum bólkum:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1961) – 10 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -90) – 10 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1986-90) – 10 km
Gentur og dreingir (f. 1991-95) – 5 km

Tilmelding
Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið 30. mars kl. 21.00.

Luttøkugjald
Luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað niðanfyri Sjómansheimið kl. 10.30 kappingardagin.

Vetrarkappingin
Í samlaðu Vetrarkappingini er tað soleiðis, tá endaliga støðan verður gjørd upp, at tað bert eru rennarar, sum hava gjørgnumført í minsta lagi 5 umfør, sum telja við. Teir rennarar, sum hava luttikið í seks umførum, fáa eitt bonusstig fyri hvørja kapping, meðan teir rennarar, sum hava luttikið í sjey umførum, fáa tvey bonusstig fyri hvørja kapping.

Støðan hjá teimum vaksnu
Hjá monnum eru tað Jósvein Herup Olsen og Sam Vang úr Bragdinum og Guttorm Sørensen og Borgar Biskopstø úr Treystinum, sum hava gjøgnumført fýra ella fleiri umfør. Av teimum liggur Sam Vang best fyri til at vinna. Hjá kvinnunum eru tað Karin Kirke Petersen og Susan Jacobsen úr Treystinum, sum hava gjøgnumført fýra ella fleiri umfør, og av teimum báðum liggur Susan betur fyri til at vinna samanlagt. Hjá veteranunum er tað einans Jósvein Herup Olsen úr Bragdinum, sum hevur gjøgnumført fýra ella fleiri umfør.

Støðan hjá teimum ungu
Hjá dreingjunum er tað Johannes Kristensen úr Bragdinum og Jan Elmar Sørensen úr Treystinum, sum hava møguleika at verða við í fýra ella fleiri kappingum, og av teimum báðum liggur Jan Elmar betur fyri til at vinna samlað. Hjá gentunum eru tað Bjørk Herup Olsen og Rannvá Djurholm úr Bragdinum og Rebekka Fuglø úr Treystinum, sum hava gjøgnumført fýra umfør, og liggur Bjørk best fyri til at vinna samanlagt. Samlaða støðan áðrenn seinasta umfør er her.

Rutumet
Bestu tíðirnar á hesum 10 km teininum í Runavík eru annars hesar:

Kvinnur
1 39,51 min Sunnevá Bjarnastein (1999)
1 39,51 min Rigmor N. Arge (2003)
3 42,03 min Borgarhjørt Holm (2002)
4 43,29 min Tordis D. Eiriksfoss (2000)
5 46,11 min Karina Petersen (2001)
6 46,16 min Fríðunn Steinberg (2006)
7 46,53 min Bjørk Herup Olsen (2004)
8 47,13 min Sigrid Sivertsen (2005)
9 47,17 min Brynhild Absalonsen (2005)
10 49,31 min Sølvá Árnadóttir (2005)

Menn
1 32,30 min Bogi Lenvig (2002)
2 32,56 min Guttorm Sørensen (2001)
3 33,48 min Hallur Holm (2003)
4 33,49 min Sam Vang (2005
5 34,21 min Sølvi Reinert Hansen (1999)
6 34,36 min Jonhard Larsen (2004)
7 34,49 min Cecil Weihe (2005)
8 34,57 min Albert Marni Joensen (2000)
9 35,12 min Sigurð B. Justinussen (2003)
10 35,20 min Hjalti Gunnarstein (1998)
10 35,20 min Jóan Karl Joensen (2005)

0 comment
0

Related Articles