Leygardagin 2. januar kl. 11.00 skipar Roysnið fyri hálvmarathon kapping í Eysturoy.
Henda kapping hevur verið fastur táttur seinnu árini. Hon er samstundis fyrsta rennikappingin í nýggja árinum.
Veðrið avgerandi
Um tað viðrar, verður kappingin fyriskipað leygardagin 2. januar. Er veðrið ikki til vildar leygardagin, verður kappingin flutt. Endalig støða verður tikin fríggjakvøldið og kunngjørd á athletics.fo.
Rutan
Sum vanligt verður byrjað á vegnum oman til Funningsfjørð á leið áraka eystara tunnilsmunnanum. Runnið verður úteftir móti málinum á Tofta kei.
Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum til Søldarfjarðar. Í Runavíkini verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið.
Bert fyri vaksin
At renna eitt hálvmarathon á hávetri er krevjandi. Tí hava fyrireikararnir gjørt av, at í hálvmarathon renningini leygardagin kunnu bert tey luttaka, ið eru fødd í 1995 ella fyrr.
Bólkarnir eru hesir:
-Kvinnur/Menn (f. -1995)
-Veteranar (f. 1955-64)
-Superveteranar (f. -1954)
Byrjað verður kl. 11
Hálvmarathon kappingin byrjar kl. 11.00 á vegnum oman til Funningsfjørð.
Tilmelding og gjald
Tilmelding fer fram her á heimasíðuni innan midnátt fríggjakvøldið 1. januar. Til ber eisini at melda til við startin kl. 10.45 kappingardagin.
Luttøkugjaldið, sum er kr. 50,-, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað við startin leygardagin.
6 comments
Hej.
Rent teknisk hvad er saa rigtigt mht alders grupperne. Burde veteran gruppen ikke gaelde fra 1956-65 nu hvor 2010 er virkelighed. Jeg selv er 65er men 44 paa loebsdagen. Er aldersgrupperne baseret paa aargange eller faktiske alder?
Mvh
Henrik
Hey Henrik
Bólkarnir eru gjørdir eftir árgangi. Havi bara flutt árgangirnar eitt ár í mun til seinasta ár…
Vh
Sølvi
Hey Sølvi
Jeg forstaar ikke helt dit svar. Hvad er aldersgraensen for at deltage som veteran? Er det ikke 45 aar. Hvis det er 45 aar saa maa veteran gruppens aldersgraense starte ved 1965 el? og ikke 1964.
Kommer et link til tilmelding paa senere?
Med venlig hilsen
Henrik
Hey Henrik
Nú havi eg kanna tað eitt sindur… grundin til, at bólkarnir eru, sum teir eru, er at kappingarárið byrjar 1. oktober. T.v.s. at bólkarnir vera soleiðis fram til 1. oktober næsta ár. Tilmeldingin er at finna undir “Tilmelding” í menuini ovast.
Hey.
Er nakað drekkandi, at fáa á rutuni?
vh.Herluf
Ja, vatn verður at fáa á 5 km (Skálabotni), 10 km (Skipanesi) og 15 km (Glyvrum) og so á málinum.
Comments are closed.