Home Komandi tiltøk Shetland Marathon 24. september 2011

Shetland Marathon 24. september 2011

by Hallur Holm

Leygardagin 24. september kl. 09.00 verður Shetland Marathon, og vilja teir fegnir hava føroyingar at luttaka. Umframt maraton-teinin, verður eisini kappast í ½ maraton! Maratonteinurin er frá Mossbank til Lerwick.

Væl skuldi ligið fyri hjá føroyingum at ferðast til hesa kapping, tí Atlantic Airways ger sertúr til Hetlands hetta vikuskiftið. Flogferðin til Hetlands er hósmorgunin 22. september kl. 07.00 og heimferðin verður sunnudagin seinnapart, 25. september kl. 15.30.

Fyrireikaranir siga, at teir fegnir vilja hjálpa við gisting, og leygarkvøldið verður boðið til nátturða og dans.

Meira um Shetland Marathon – tilmelding o.s.fr. – á hesi heimasíðu: http://www.jogscotland.org.uk/events/14101-shetland-hairst-marathon-and-half-marathon

Nakrir hetlendingar vóru í Føroyum í fjør í sambandi við Tórshavn Maraton, so vónandi verður eisini onkur føroyingur kárur í Hetlandi 24. september!

 

3 comments
0

Related Articles

3 comments

Fríðrikur Bláhamar 30.08.11 - 15:45

Eg fari:-) veit at onkur annar eisini fer.

Herluf Jakobsen 31.08.11 - 11:06

Eg fari eisini 🙂

Henrik Kølleskov 10.09.11 - 21:15

Hopper også på toget, eller flyveren.
Kølle

Comments are closed.