Home Komandi tiltøk Skechers Nýggjárshálvmarathon verður 10. apríl

Skechers Nýggjárshálvmarathon verður 10. apríl

by Sølvi Reinert Hansen

Skechers Nýgggjárshálvmarathon, sum upprunaliga skuldi vera leygardagin 2. januar, men síðani er flutt vegna veður, er nú ásett at vera leygardagin 10. apríl – eina viku eftir páskir.

Veðrið hevur verið heldur svikaligt til ein so langan túr eftir landsvegnum higartil í ár, og komandi vikuskifti verður væntandi aftur hált.

So Roysnið hevur avgjørt at flyta kappingina til apríl. Hetta skuldi vónandi borgað fyri betri veðri.

Til teirra, sum halda, at eitt hálvmarathon í Eysturoynni í apríl er í so djarvt, kunnu vit siga, at 8. apríl 2000 varð hálvmarathon runnið á stórt sæð sama teini, tó við máli á Toftum. Hendan dagin gjørdust Guttorm Sørensen (1,22.09), Cecil Weihe (1,23.14) og Sølvi R. Hansen (1,25.41) fyrstir um málstrikuna av teimum 10 luttakandi monnunum, meðan Rigmor N. Joensen, sum einsamøll kvinna, rann 1.27,36.

Niðanfyri eru nakrir brellbitar frá ár 2000.

Starturin millum Fjarða

Tríggir teir fremstu mennirnir: fv. Cecil, Gutti og Sølvi

Rigmor og ein ungur Tummas Napoleon

Skechers Nýggjárshálvmarathon verður 10. apríl 2021 kl. 11. Ikki er neyðugt at melda til av nýggjum, men vónandi koma enn fleiri á listan.

0 comment
0

Related Articles