Leygarmorgunin 6. januar 2018, verður ársins fyrsta rennikapping, tá Roysnið sum vant bjóðar til nýggjárshálvmaraton í Eysturoynni. Tað mesta er, sum tað plagar, men gevið gætur broytingarnar.
Teinurin er eftir drúgva umhugsunartíð broyttur í ár. Starturin verður í Funningsfirði, og tað eru fleiri góðar orsøkir til tað.
- betri umstøður hjá fyriskiparum at útluta bringutøl
- rennarar sleppa undan at bíða úti í kulda
- rennarar fáa møguleika at brúka wc
- onnur ferðsla verður ikki tarnað
- góðkent hall á rutuni (gamla rutan fall meira enn ein metur fyri hvønn km)
Tað merkir so, at vit ikki enda á Toftum og teimum góðu kørmunum í Tofta Skúla. Men Roysnið ætlar at hava hugnaløtu og heiðursmerkjahandan í Bylgjuni í Runavík.
Sum sæst í yvirskriftini, stuðlar Skósølan við Gøtugjógv kappingina. Hetta gera tey við m.a. at luta burtur eitt par av Skechers renniskóm. Fyri at vera við í lutakastinum um skógvarnar, skal man fara til facebook-tiltakið hjá Skechers Nýggjárshálvmaraton og boða frá luttøku. Og kemur tú eisini á mál, ert tú við í lutakastinum.
Hetta er tó ikki sjálv tilmeldingin til Nýggjárshálvmaraton. Tann tilmeldingin fer sum vanligt fram her á síðuni undir tilmeldingum. Kostnaðurin er 100 kr, og tá er eisini bussur aftur eftir bilinum í Funningsfirði við í prísinum.
Kappast verður í trimum bólkum hjá bæði monnum og kvinnum:
- Menn & Kvinnur (1973-2001)
- Menn & kvinnur veteranar (1963-1972)
- Menn & kvinnur superveteranar (-1962)
Tað verður sostatt eingin opin bólkur.
Sum sagt er renniteinurin eitt sindur øðrvísi í ár. Byrjað verður í Funningsfirði, og málið er í Runavík, beint uttan fyri Bylgjuna. Runnið verður gjøgnum Søldarfjørð (niðara veg, ikki niðan til rundkoyring á Skipaneskrossinum), og tá komið verður til Saltangará skal sneiðast oman á kajina og runnið verður framvið sjónum yvir móti Saltnes. Tá komið verður inn á landsvegin aftur, skal sneiðast til vinstru, og rennast skal fram við Skúlanum við Løkin og yvir til rundkoyring í Runavík, fyri síðani at renna niðan móti fótbóltsvøllinum og á mál.
Vit síggjast í Skúlanum í Funningsfirði, har bringutøl verða latin frá kl. 10.00
Lesið annars meira á síðuni hjá Roysninum
Tey sum hava eitt sindur av avlopskrúti eftir á nýggjárinum, kunnu futta tað av á asfaltinum í Eysturoynni til Skechers Nýggjárshálvmaraton