Roysnið hevur avgjørt at avlýsa hálvmarathonrenningina, sum skuldi vera í Eysturoynni nú leygardagin. Nógvur kavi og kuldi er væntandi.
Hetta var annars nýggjárshálvmarathon, sum var útsett í januar vegna veður.
Tiltakið er tí avlýst fyri í ár, og verður aftur fyrsta leygardagin í nýggja árinum.
Næsti kjansurin at royna seg á hálvmarathonteininum er longu 8. mai, tá Treysti skipar fyri NS Hálvmarathon í Klaksvík. Kappast verður tá eisini um FM-heitið í hálvmarathon.