Home Komandi tiltøk Spennandi FM í marathon

Spennandi FM í marathon

by Guttorm Sørensen

Sunnudagin skipar Bragdið fyri 5. Atlantic Airways Tórshavn Marathon, og í tí sambandi verður eisini skipað fyri FM í marathon fyri fimtu ferð. Út frá teimum tilmeldingunum, sum eru at síggja á www.athletics.fo, so er lagt upp til eina spennandi kapping um FM-heitið hjá monnum. Vinnarin tey fýra undanfarnu árini Cecil Weihe úr Bragdinum, er ikki tilmeldaður enn. Um Cecil Weihe, sum í ár bert hevur luttikið í Flaggdagsrenningini, verður við, so fer hann at fáa harða kapping frá teimum trimum Sigurð B. Justinussen og Súni Lamhauge úr Bragdinum og Borgar Biskopstø úr Treystinum. Teir tríggir vóru allir við í København Marathon í mai. Tá fekk Sigurð B. Justinussen bestu tíðina við 2.54,33 tímar, meðan Súni Lamhauge fekk tíðina 2.55,19 tímar og Borgar Biskopstø fekk tíðina 2.58,08 tímar.

Cecil Weihe hevur, sum áður nevnt, vunnið øll undanfarnu FM í marathon og runnið teinin undir tríggjar tímar hvørja ferð. Í 2003 fekk hann tíðina 2.55,54 tímar, í 2004 fekk hann 2.49,06 tímar og er hetta framvegis met á rutuni, í 2005 brúkti hann 2.56,15 tímar um teinin og í fjør 2.53,03 tímar.

Sigurð B. Justinussen hevur eisini luttikið í øllum fýra FM í marathon og hevur staðið seg væl. Í 2003 við tíðini 3.05,42 tímar og 2004 við tíðini 3.08,03 tímar gjørdist hann nummar tvey, og í 2005 við tíðini 3.06,30 tímar og 2006 við tíðini 3.03,29 tímar gjørdist hann nummar trý. Hann manglar tó at koma undir teir tríggjar tímarnar í Føroyum, og vónandi eydnast tað honum hesaferð.

Borgar Biskopstø, sum hevur luttikið í FM í marathon tvey tey seinastu árini, hevur eisini klárað seg væl. Hann er blivin nummar tvey báðu ferð. Í 2005 við tíðini 3.00,39 tímar og seinasta ár við tíðini 2.58.02 tímar, sum næsti føroyingur eftir Cecil Weihe undir tríggjar tímar í FM í marathon.

Súni Lamhauge hevur havt stóra framgongd á marathon teininum, og út frá tíðini hjá honum í København Marathon, so er útlit fyri einum spennandi uppgerð millum teir sunnudagin.

Ein “outsidari” til at blanda seg í heiðursmerkja kappingina er Jóhan Havn úr Treystinum. Hann er úr Klaksvík, men í løtuni búsitandi í Danmark. Hann hevur fyrr runnið marathon væl undir tríggjar tímar. Spennandi verður at síggja Jóhan Havn renna marathon í Føroyum fyri fyrstu ferð.

Hjá veteranunum sær Pól Sundskarð úr Treystinum út til at verða favorittur til at tryggja sær sítt triðja FM heitið á rað í marathon fyri veteranar. Í 2003 vann Ólavur Herup Olsen úr Bragdinum í tíðini 3.46,06 tímar, meðan Tummas Joensen úr Treystinum vann í 2004 við tíðini 3.34,29 tímar. Pól Sundskarð vann í 2005 við tíðini 3.09,52 tímar og seinasta ár við tíðini 3.13,22 tímar.

Hjá kvinnunum er lagt upp til at Fríðunn Steinberg úr Treystinum vinnur sítt fyrsta FM heitið í marathon.

0 comment
0

Related Articles