Home Komandi tiltøk Stuttleikir 2013

Stuttleikir 2013

by Hallur Holm

Aftur í ár fer Hvirlan at skipa fyri tiltakinum, sum tey nevna Stuttleikir. Hetta er tiltak fyri børn upp til 10 ár, men ert tú eitt sindur eldri, kanst tú eisini vera við. Talan er ikki um kapping, men tey luttandi kunnu royna bóltkast, longdarlop og 60 metrar so ofta tey hava hug til. Tey fáa so heiðursbræv við trimum úrslitum í hvørjari grein, og eisini heiðursmerki, um tey hava úrslit í øllum trimum greinunum. Eisini verður frukt og okkurt drekkandi til børnini.

Meldast skal til á staðnum millum kl. 13.30 og 15.30. Tiltakið, sum kostar 50 kr. er frá kl. 14.00 – 16.00.

0 comment
0

Related Articles