Bragdið fer at byrja eina venjing afturat um vikuna hjá teimum ungu. Hesar
venjingar byrja hósdagin 26. januar 2006 kl. 17.00 við Niðara vøll í
Gundadali.
Henda venjing verður kallað Stuttteinatreff. Byrjað verður við upphiting,
síðani verður ferðspæl (fartleg), interval venjing og avrenning, íalt
umleið 1 tíma.
Eldri rennarar verða eisini bodnir við. Hetta er ein eitt sindur krevjandi
venjing, so ein skal kunna renna í minst ein ½ tíma fyri at fáa nakað
burturúr.
Bragdið
Ungdómsbólkurin