Home Komandi tiltøk Tað verður runnið ½-marathon í morgin

Tað verður runnið ½-marathon í morgin

by Guttorm Sørensen

Sum áður nevnt, so skuldi kunnast her á síðuni, um tað bleiv runnið í morgin. Hervið skal boðast frá at renningin verður sum ætlað. Veðurførsøgnin lovar eitt lýtt mótvindarlot. Vatnpostar verða á 5 km, 10 km, 15 km og á málinum á Tofta Kei. Í verandi løtu eru 35 tilmeldingar skrásettar, so møguleikin fyri einum góðum longum rennitúri í morgin er góður.

Møguleiki er at skifta í skúlanum í Funningsfirði, og har er eisini møguleiki, hjá teimum í hava tørv á tí, at sleppa á wc undan startinum. Skúlin liggur umleið 1 km frá startinum.

Startnummar og tilmelding skal avgreiðast við startin millum kl. 10.30 og 10.50.

0 comment
0

Related Articles