TF vetrarkappingin byrjar á Toftum leygardagin

Skrivað hevur

tf_logo
Leygardagin 22. oktober skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Tryggingarfelagið Føroyar fyri fyrsta umfari av TF vetrarkappingini í renning á Toftum.

Kappast verður í fýra bólkum hjá kvinnum og monnum:

Veteranar kvinnur og menn (f. -1959) renna 10,5 km
Kvinnur og menn opin bólkur (f. -1989) renna 10,5 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1985-89) renna 10,5 km
Gentur og dreingir (f. 1990-1994) renna 5 km

Vaksin, veteranar og unglingar renna “Runt Agnið”. Byrjað verður við Tofta Skúla, runnið verður síðan úteftir niðan á “Agnið”. Málið er á Tofta kei.

Yngsti aldursbólkurin byrjar við Æðuvíksvegin og rennir inneftir móti Runavík og so út á Tofta Kei. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.

Tryggingarfelagið Føroyar letur heiðursmerki og t-skjúrtu til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkum.

Annars vera hini umførini í TF vetrarkappingini eftir ætlan hesi:
19. nov. Klaksvík 7,85 km / 3,14 km
10. des. Tórshavn 12 km / 4 km
21. jan. Hvalvík 7,716 km / 2,511 km
25. feb. Í Vágunum 5 km / 3,1 km
25. mar. Runavík 10 km / 5 km

Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 21. oktober kl. 21.00.

Startnummur verða avheintaðið við Tofta Skúla leygardagin frá kl. 10.15. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her.

Melda til her.

Frælsur Ítróttur Føroya

Comments are closed.