Home BETRI Vetrarkappingin TF VK-4 verður í Sørvági leygardagin kl. 11.00

TF VK-4 verður í Sørvági leygardagin kl. 11.00

by Guttorm Sørensen

Leygardagin klokkan 11.00 ljóðar startskotið fyri fjórða umfari í TF Vetrarkappingini. Tað verður Frælsi, sum verður vertur, og tey hava kappingina í Sørvági á somu rutu sum í 2015. Tað ferðina bleiv kappingin útsett í 2 tímar vegna hálku.

Byrjað verður við kirkjuna í Sørvági og runnið verður næstan til munnan við Gásadalstunnilin at venda, og so sama veg heimaftur. Bæði á veg út og heim verður runnið omanfyri Bíggjar bygd. Teinurin er knappar 12 km. Gentur og dreingir byrja samstundis, men venda við 1,5 km. Teirra teinur er sostatt 3 km.

Runnið verður í hesum bólkum:
Gentur og dreingir (f. 2001 – 2005)
Kvinnu- og mansunglingar (f. 1996 -2000)
Opin bólkur kvinnur og menn (f. – 2000)
Veteranar kvinnur og menn (f. 1962 – 1971)
Superveteranar kvinnur og menn (f. – 1961)


Førarafeltið í fjør. Tá vann Jan Elmar frammanfyri Eirik og Julian (mynd: J.Helgi)

Í fjør var veðrið av tí allarbesta, men vegna kava og hálku á vegnum úr Sørvági til Gásadalstunnilin, bleiv rutan broytt, og varð bert runnið í bygdini fýra umfør á umleið 3 km. Vit vóna at veðrið í ár loyvir, at kappingin verður avgreidd eftir ætlan.

Í løtuni sær veðurforsøgnin gott út, og Frælsi gleðir seg til at bjóða øllum vælkomnum vestur.

Møtt verður í skúlanum, har startnummur verða latin frá klokkan 10.00. Tað ber eisini til at skifta og fara í brúsu í skúlanum. Eftir renningina bjóðar Frælsi suppu og ein kaffimunn.

Tilmelding fer fram online her á síðuni inntil fríggjakvøldið kl. 23.00. Eisini kann meldast til í skúlanum leygarmorgunin áðrenn kl. 10.45. Kostnaðurin er kr. 50 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn.

0 comment
0

Related Articles