Home BETRI Vetrarkappingin TF VK-4 verður í Sørvági leygardagin

TF VK-4 verður í Sørvági leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagin 11. januar kl. 11.00 verður fjórða umfar av TF Vetrarkappingini skotið í gongd í Sørvági. Tað er Frælsi, sum verður vertur fyri kappingini. Rutan verður stórt sæð tann sama sum síðsta ár. Byrjað verður við kirkjuna í Sørvági og runnið móti Bø. Tá komið verður til Bíggjar, verður runnið omanfyri bygdina, og síðani sneitt til vinstru oman í bygdina. Síðani verður runnið heim gjøgnum bygdina og aftur á mál við kirkjuna í Sørvági. Teinurin er góðar 9 kilometrar. Gentur og dreingir byrja samstundis, men venda við 1,5 km. Teirra teinur er sostatt 3 km. Bólkarnir eru hesir:

  • Gentur og dreingir (f. 1998 – 2002)
  • Kvinnu- og mansunglingar (f. 1993 -1997)
  • Opin bólkur kvinnur og menn (f. – 1997)
  • Veteranar kvinnur og menn (f. 1959 – 1968)
  • Superveteranar menn (f. – 1958)

Ramman um tiltakið er SÍ-húsið, har startnummur verða latin frá klokkan 10.00. Í SÍ-húsinum er eisini møguligt at skifta og at fara í brúsu aftaná. Aftaná renningina verður heiðursmerkjahandan, og Frælsi bjóðar suppu umframt ein kaffi- og temunn.

Best er, um tit melda til her á heimasíðuni. Tilmeldingin verður afturlatin kl. 22.00 fríggjakvøldið. Tað verður tó eisini møguligt at melda til á staðnum. Kostnaðurin er sum vanligt 50 kr. Gentur og dreingir gjalda 20 kr.

Vit síggjast í Sørvági!


Frá startinum í fjør. Teitur, Gunnar og Steingrímur spenna bogan hart. Teir kempaðu um fremstu plássini í dreingjabólkinum. Í ár eru Teitur og Steingrímur mansunglingar.

0 comment
0

Related Articles