TF VK-7 verður í Trongisvági leygardagin kl. 10.15

Skrivað hevur

Leygardagin verður sjeynda og næstaseinasta umfar í TF Vetrarkappingini runnið í Suðuroy. Tað er rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni, sum bjóðar í ár vælkomin til VK-7, ið verður avgreitt við ítróttarøkið við Stórá í Trongisvági. Smyril er á Tvøroyri umleið kl 09.00 og renningin byrjar umleið 10.15.

Teinurin er umleið 9 km til longdar. Børnini renna umleið 3,3 km. Rutan hjá teimum vaksnu sær soleiðis út. Runnið verður eftir áargøtuni (bleytt undirlag) niðan í viðarlundina, víðari framvið ánni niðan til Sterling. Tá komið er niðan móti vegnum við brúnna, verður snarað til vinstru. Runnið verður síðan á asfalt, tvs. eftir vegnum Við Rangá omaneftir til høvuðsvegin og á mál frammanfyri vøllin við Stórá. Teinurin er áleið 4,5 km og verður runnin tvær ferðir, ella íalt umleið 9 km.

Rutan sæst her: https://www.endomondo.com/routes/478611875

Gentur og dreingir renna 3,3 km. Byrjað verður saman við teimum vaksnu. Runnið verður niðan eftir áargøtuni og víðari niðan í plantaguna. Komin úr plantaguni verður runnið eftir gøtuni og niðan eftir brekkuni, ið gongur niðan á vegin Við Rangá, beint uppi yvir plantaguni. Komin niðaná verður snarað til vinstru og runnið verður oman móti høvuðsvegnum aftur og yvir á mál frammanfyri vøllin í Stórá.

Rutan sæst her: https://www.endomondo.com/routes/478627328

Tilmelding fer fram her á heimasíðuni ella í seinasta lagi 30 min. áðrenn byrjan, tvs. kl. 9.45. Øll eru vælkomin at luttaka og vónar Hvistan at sígga nógvar rennarar við Stórá leygarmorgunin.

Aftaná rennitiltakið bjóðar Hvistan til alment Grannakaffi tiltak, har luttakandi á VK-7 sjálvandi eisini eru vælkomin og soleiðis kunnu hjálpa við at stuðla einari góðar søk.
Skráin fyri Grannakaffi er hendan:
1) Grannakaffi byrjar kl 11.00 við gongutúri niðan til Viðarlundina
2) 12.00 Tónleikainnslag við Eyðun Ásason og Eyðun Nolsø
3) 13.00 Fyrilestur: Topprennari og raktur av krabba – Guttorm Sørensen
4) 14.00 Tónleikainnslag: Tróndur Enni og Lív Næs

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>