Home Komandi tiltøk Tilmelding FM vaksin

Tilmelding FM vaksin

by athletic

Nú ber til at melda til FM kappingina fyri vaksin á Svangaskarði 5. august.

Kappast verður í greinunum 100m, 400m, 1500m, 5000m, longdarlop, kúlustoyt og trýstøkk.

Fyri at taka lut skalt tú vera limur í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt og fylla 15 ár í seinasta lagi á kappingardegnum.

Seinasta freist fyri tilmelding er mikukvøldið 2. august.

Tað er bert gjørligt at melda til her á heimasíðuni. Eingin tilmelding verður á staðnum, eftirsum skráin fyri tiltakið verður løgd, tá tilmeldingarfreistin er farin.

0 comment
0

Related Articles