Home Komandi tiltøk Top Run verdur leygardagin

Top Run verdur leygardagin

by Hallur Holm

Leygardagin verdur árliga Top Run kappingin hildin. Renningin sum einans hevur eina brekku, men sum tó kortini er frá byrjan til enda á hesum 9,8 km teininum. Tilmelding fer fram inni á heimasíduni hjá Bragdinum, www.bragdi.fo – har man fer undir tilmelding! Soljódandi tídindaskriv er at lesa á heimasíduni hjá Bragdinum:

Bragdið Top Run 2015

Leygardagin 15.august kl. 15.00 fara vit aftur at renna Top Run ! Hendan serstaka renningin, sum bara hevur eina brekku,  er 9,8 km. Byrjað verður í Kollafjarðardali, sum er 75 m yvir havinum og runnið verður niðan á Sornfelli , sum er 680 m yvir havinum. Rutan verður av nógvum hildin at verða ein av teimum harðastu. Tó hava øll gjøgnumført teinin, so rutan er ikki verri enn so. Rutan er eisini so serstøk, at seinasta ár helt onkur, at vit áttu at boðið útlendingum higar at renna. At renna móti brekku allan vegin og samstundis njóta vakra landslagið, tað kann næstan ikki verða betri.

Karmarnir eru teir somu, sum undanfarin ár. Startnummur verða útflýggjað á Effo støðini í Kollafjarðardali og somuleiðis kunnu klæðir latast í ein bil, sum koyrir niðan á Sornfelli. Vit sleppa inn í hølini á Sornfelli og har bjóðar Bragdið øllum ein góðan drekkamunn og somuleiðis handa vit eisini heiðursmerkini har inni.

Tilmeldingin er klár inni á okkara heimasíðu, bragdid.fo. Farið undir melda til kapping, har ein leinkja er til renningina. Og sjálvandi er best at melda til, sum skjótast, tí tað lættir um fyrireikingarnar.

Vit í Bragdinum vóna at síggja nógvar luttakar til kappingina.


Hans Erland Thomsen er tilmeldadur aftur í ár. Hóast smádrongur, stód hann seg sera væl í fjør, og tad er nokk mangur vaksin, sum má halda vakid eyga vid hesum unga, knáa og lætta fjallarennaranum. Hendan myndin  er tikin á flaggdegnum í ár, har Hans Erland vann sín bólk.

 

0 comment
0

Related Articles