Home Komandi tiltøk Top Run verður leygardagin

Top Run verður leygardagin

by Hallur Holm

Bragdið bjóðar nú aftur til rennikapping og hesa ferð er tað serstaka renningin úr Kollafjarðardali niðan á Sornfelli. Betur kent sum “Bragdið Top Run”. Renningin er leygardagin 13. august kl. 15.00.

Rutan er 9,8 km og tað er bara ein brekka ! Byrjað verður í Kollafjarðardali, sum er 75 m yvir vatnskorpuni og endar á Sornfelli, sum er 680 m yvir vatnskorpuni. Rutan verður hildin at verða ein av teimum strævnu, men tað kemur tó nærum ikki fyri at rennararnir ikki fullføra teinin. Er veðrið gott, er útsýnið fantastiskt og hvat er betri enn at røra seg og samstundis njóta vakra landslagið!

toprun2003-03-1
Top Run 2003 – Jonhard Larsen og Sigurð Justinussen á odda. Hetta var fyrsta árið Top Run varð runnið

Karmarnir um renningina eru teir somu, sum undanfarin ár. Startnummur verða útflýggjað á Effo støðini í Kollafjarðardali frá kl. 14.00-14.30. Skiftiklæðir kunnu latast í ein bil, sum koyrir niðan á Sornfelli, so til ber at skifta í turr klæðir aftaná renningina. Bragdið bjóðar drekkamunn inni, og har verða eisini heiðursmerkini handað.

Tilmeldingin er latin upp og seinasta freist at melda til online er fríggjakvøldið 12.august kl. 18.00. Kostnaðurin er 150,- kr. Tað ber eisini til at melda á sjálvum degnum, tó í seinasta lagi kl. 14.30 og tá fer prísurin upp á 200,- kr.

Meldið til á hesi slóðini: https://app.lap.io/event/2016-top-run/register

 

0 comment
0

Related Articles