Leygardagin kl. 15.00 verður Top Run aftur á skránni. Hetta er ein heilt serlig renning, har allur teinurin verður runnin í mótbrekku. Byrjað verður við Effo-støðina í Kollfjarðadali 75 metrar omanfyri vatnskorpuna, og 9,8 kilometrar seinni er málið á Sornfellið, 680 metrar omanfyri vatnskorpuna. Hendan serliga avbjóðandi renningin hevur verið sera væl umtókt heilt frá byrjan, tá ítróttarfelagið í Mjørkadali, MÍF, fór undir hetta tiltakið. Oftast hevur luttakaratalið ligið millum 50 og 100.
Nú radarastøðin á Sornfelli er niðurløgd, er eisini ítróttarfelagið niðurlagt. Tí var eingin sjálvfylgja, at renningin fór at halda fram. Men hetta hevur sum sagt verið ein so væl umtókt renning, at tey í Bragdinum fegin tóku um endan nú, eftir at MÍF hevur skipað fyri Top Run í 10 ár. Leygardagin verður sostatt 11. ferðin at Top Run verður skotið í gongd.
Tilmeldingin fer IKKI fram, sum hon plagar. Bragdið ætlar at nýta chiptíðtøkuskipanina, og í tí sambandinum fara tey at royna tilmeldingarskipanina, sum hoyrir til. Skipanin sendir tær sms-boð við tínum úrsliti næstan beint sum tú kemur á mál. Tú fært eisini slóð til úrslitalistan sendandi umvegis t-post. Heitt verður á fólk, um at melda til á netinum. Tá kostar tiltakið 100 kr. Tað ber eisini til at melda til á staðnum frá kl. 14.00, men tá er kostnaðurin 200 kr. Slóð til tilmeldingarskipanina er her:
http://app.lap.io/event/2013-top-run
Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar:
- Menn undir 40 (føddir í 1974 og seinni)
- Menn yvir 40 (føddir í 1973 og fyrr)
- Kvinnur undir 40 (føddar í 1974 og seinni)
- Kvinnur yvir 40 (føddar í 1973 og fyrr)
Heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki.
1 comment
Bussar koyra omanaftur av Sornfelli.
Hallur
Comments are closed.