Home Komandi tiltøk Tor Rønnow heldur fyrilestur um maraton

Tor Rønnow heldur fyrilestur um maraton

by Hallur Holm

Leygardagin 3. september kl. 17.00 skipar Bragdið fyri sera forvitnisligum tiltaki í Baresso í SMS, har tað fyrst veður greitt frá praktiskum viðurskiftum í sambandi við Tórshavn Maraton. Kiropraktorurin Ári Rasmussen kemur at greiða frá um heilsu og lívsstíl og at enda fer Tor Rønnow at halda fyrilestur um lívið sum maratonrennari, um venjing og okkurt um tær 229 maratonkappingarnar hann higartil hevur verið við í.

Skráin 3. september:

  • kl. 17.00-17.05 Fríðirkur Bláhamar, formaður í Bragdinum, bjóðar vælkomin.
  • kl. 17.05-17.10 Hákun Djurhuus úr maratonbólkinum greiðir frá um rutuna og tiltakið sum heild.
  • kl. 17.10-17.40 Ári Rasmussen, kiropraktor, greiðir frá um heilsu og lívsstíl
  • kl. 17.40-17.50 Ári svarar møguligum spurningum
  • kl. 17.50-18.00 Stuttur kaffistøðgur
  • kl. 18.00-18.30 Kendi rennarin og rithøvundurin, Tor Rønnow, greiðir frá um sítt lív við venjing og maratonkappingum. Síðan 2004 hevur hann runnið 229!!
  • kl. 18.30-19.00 Tor svarar møguligum spurningum.

Maratonbólkurin hjá Bragdinum vónar at møtt verður fjølment!

 

 

 

0 comment
0

Related Articles