Home Komandi tiltøk Tórshavn Marathon nærum fullsett

Tórshavn Marathon nærum fullsett

by Hallur Holm

Enn eru 12 dagar til 14. útgáva av Tórshavn Marathon verður skotin í gongd á Vaglinum leygarmorgunin 4. juni. Men tey, sum ætla at bíða sum longst við at melda til, kunnu verða við sviðisoð, tí bert 50 pláss eru eftir á startlistanum.

450 rennarar og gongufólk eru longu skrásett, til fult maraton, ½ maraton og ½ gongumaraton. Og hetta er nógv tað mesta nakrantíð. Í fjør kom Krabbameinsfelagið við hugskotinum um at hava ½ gongumaraton við í skránni, og hetta bleiv so væl umtókt, at tað var ein sjálvfylgja at fáa aftur á skrá í ár. Eini 150 fólk eru skrásett til gongupartin.

Bragdið hevur sett markið til 500 luttakarar. Tað verður gjørt fyri ikki at vaksa ov skjótt og ov knappliga. Í fjør var luttakaramet við 350 rennarum og gongufólki og tað gekk væl. Og nú roynir Bragdið so at seta markið við 500. Øll skulu sjálvandi hava eina góða uppliving ein slíkan dag, og tey hevði verið óheppið, um ymiskir partar av fyriskipanini kiksaðu, bara tí at man vil veksa úr sínum góða skinni, sigur Herluf Jakobsen, sum er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri Tórshavn Marathon.

Tórshavn maraton
Nøkur ár var startur og mál í SMS. Hendan myndin er frá startinum í 2011, tá eisini ein ørgrynna av fólki vóru við í fólkaheilsurenningini.

Og so eru tað okkara vinir úr Sparta í Keypmannahavn. Tey stevna til Havnar í stórum tali í sambandi við Tórshavn Marathon. Tað er felagið Sparta, sum fyriskipar Copenhagen Marathon, og hjálparfólk og ballónrennarar har fáa eina maratonferð frá felagnum afturfyri ómakin. Sigast skal, at ballónrennararnir hava fleiri uppgávur í sambandi við ymisk tiltøk hjá Sparta. Ætlanin var, at tey skuldu koma í fjør, men avmarkaða talið á vistarmøguleikum í Føroyum tvingaði tey aðrar leiðir. Men so varð borið skjótt at til tess at fáa nóg nógvar sengur til í ár. Tey verða omanfyri 50 í tali, og vit fara uttan iva at leggja til merkis teirra ljósabláa og myrkabláa felagsbúna.

Tórshavn maraton 1
Jóhan Simonsen t.v. er aftur í ár høvuðsfyriskipari, meðan Herluf Jakobsen t.h. er 1. stýrimaður. Her avmyndaðir seinasta sunnudag eftir Copenhagen Marathon

Fyrireikingarnar til Tórshavn Maraton ganga annars væl. Tað skal eitt ótal av hjálparfólki at fyriskipa so stórt tiltak, sum eitt maraton er, og í løtuni er Bragdið við at manna teir seinastu postarnar, sigur Herluf Jakobsen. Hann sigur, at í løtuni hevur hann yvir 100 nøvn á hjálparfólkalistanum. Men tað er avmarakað, hvussu nógv kann gerast undan kappingini, tí tað er á sjálvum degnum, at tað allarmesta verður gjørt.

Fólkaheilsurenning vendir nú aftur eftir nøkur ár í útlegd. Fólkaheilsurenningin hevur mangan havt heilt nógvar rennarar við, so vit kunnu vænta eina sanna renniveitslu í miðbýnum, í Hoyvík, inn í Kaldbaksbotn og úti á Argjum leygardagin tann 4. juni.

0 comment
0

Related Articles