Home Komandi tiltøk Tórshavn Marathon og FM í Maraton sunnudagin

Tórshavn Marathon og FM í Maraton sunnudagin

by Hallur Holm

Sunnudagin skipar Bragdið fyri Tórshavn Marathon 11. árið á rað. Tey, ið ikki hava hug og orku at renna eitt heilt marathon, kunnu eisini royna ½ marathon, sum eins og vanligt eisini er á skránni í ár. “Rør teg…Tórshavn” er eisini partur av tiltakinum sunnudagin, og í tí sambandinum er møguligt at renna 2,2 km ella 5,5 km. Skráin fyri “Rør teg…Tórshavn liggur á forsíðuni. On-line tilmelding til Tórshavn marathon er nú stongd, men til ber at keypa startnummar á Torginum í SMS, fríggjadagin millum kl. 10 og 18 og leygardagin millum kl. 10 og 18. Tilmelding til “Rør teg…Tórshavn” fer fram á Torginum somu tíðir og harafturat sunnudagin millum kl. 10 og 12. Somuleiðs ber til at melda til á netinum við at trýsta her.

Aftur í ár verða nógv við í maratonkappingini. Bróðurparturin er tó útlendingar, sum eru komnir til Føroya á rennivitjan. Føroyingarnir fara í sínum lagi at berjast um FM-heitið í maraton. Bæði í opnum bólki hjá monnum og kvinnum, í veteranbólkinum hjá monnum og kvinnum og í superveteranum hjá monnum. Treytin fyri at luttaka í FM-kappingini, er at luttakari er limur í føroyskum frælsum ítróttarfelagi. Luttakarar kunnu í sambandi við Tórshavn Marathon tekna seg sum lim í onkrum av feløgunum, og sostatt kappast um FM. Tað er sjálvsagt ein ávís prestiga at gerast landsins meistari í maratonrenning, og aftur í ár eru fleiri góðir rennarar klárir at taka dysitn upp við longsta olympiska renniteinin. Enn er møguligt at tekna luttøku, men fyribils sær út til at FM-kappingin hjá monnum kann gerast ein spennandi kapping millum tríggjar Bragdarennarar. Tað er verjandi FM-vinnarin Eirikur Hansen, Niels Poulsen og Cecil Weihe, sum vann FM og Tórshavn Marathon fýra tey fyrstu árini kappingin var hildin – árini 2003 – 2006.

Tíverri sær einki serligt út við føroyskari luttøku hjá kvinnunum. Einans tríggjar føroyskar kvinnur eru komnar á listan fyribils, men vónandi legst onkur afturat innan sunnudagin.

 

 

 

 


Cecil Weihe eftir sítt fjórða og fyribils seinasta FM í maraton – 2006. Verður tað aftur í 2013?

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur Holm 02.09.13 - 20:28

Vegna tekniskar trupulleikar slepst ikki inn á heimasíðuna at skriva og leggja út. Tí royni eg her at leggja FM-úrslitini frá Tórshavn Marathon her. Legg til merkis, at hetta bara eru úrslit hjá teimum, sum hava luttikið í FM. Hini úrslitini eins væl og úrslitni í hálvum marathon finnast á http://www.torshavnmarathon.com

FM Menn opin bólkur
Nr Tíð Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 02.53.54 Cecil Weihe 1965 Bragdið
2 03.11.47 Pauli Johannesen 1974 Bragdið
3 03.11.56 Eirikur Hansen 1980 Bragdið
4 03.12.22 Niels Poulsen 1972 Bragdið
5 03.22.25 Petur Lamhauge 1974 Bragdið
6 03.27.45 Jens.R. Weihe 1947 Frælsi
7 03.29.19 Per Kallsberg 1964 Bragdið
8 03.35.48 Jógvan Edvard Lindenskov Joensen 1963 Bragdið
9 03.41.04 Jóhan M Jacobsen 1966 Roysnið
10 03.46.00 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
11 03.49.03 Magni Jacobsen 1976 Treysti
12 03.52.49 Hermann Mortensen 1975 Bragdið
13 03.57.35 Uni Svabo Joensen 1969 Frælsi
14 04.01.13 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
15 04.03.54 Herluf Hansen 1973 Bragdið
16 04.18.19 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
17 04.44.52 Brandur Sjúrðarson 1988 Frælsi
18 04.58.03 Paul Kragesteen 1964 Bragdið
19 05.19.29 Hans Birgir Hansen 1949 Bragdið
20 05.43.17 Dánjal Joensen 1960 Frælsi

FM Menn veteranar
Nr. Startnr. Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 02.53.54 Cecil Weihe 1965 Bragdið
2 03.29.19 Per Kallsberg 1964 Bragdið
3 03.35.48 Jógvan Edvard Lindenskov Joensen 1963 Bragdið
4 03.41.04 Jóhan M Jacobsen 1966 Roysnið
5 03.46.00 Hilmar Høgenni 1962 Bragdið
6 04.18.19 Sofus Poulsen 1965 Frælsi
7 04.58.03 Paul Kragesteen 1964 Bragdið

FM Menn superveteranar
Nr. Startnr. Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 03.27.45 Jens.R. Weihe 1947 Frælsi
2 04.01.13 Jóannes Ortind 1951 Bragdið
3 05.19.29 Hans Birgir Hansen 1949 Bragdið

FM Kvinnur opin bólkur
Nr. Startnr. Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 03.39.16 Ann Thomsen 1966 Bragdið

FM Kvinnur Veteranar
Nr. Startnr. Fornavn Eftirnavn Føðiár Felag
1 03.39.16 Ann Thomsen 1966 Bragdið

Comments are closed.