Home Komandi tiltøk Tórshavn Marathon og stuttleikarenning í SMS

Tórshavn Marathon og stuttleikarenning í SMS

by Sølvi Reinert Hansen

Sunnudagin tann 15. juli skipar Bragdið fyri Tórshavn Marathon og er hetta 5. árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki.

Samstundis sum talan er um FM í Marathon renning (42,2 km), so ber til hjá øllum fólkum at luttaka, tí aðrir teinar kunnu eisini rennast. Børn renna 3 km, og vaksin renna 5,8 km ella hálvt marathon (21,1 km).

Fleiri upplýsingar síggjast á heimasíðuni www.torshavnmarathon.com og tilmeldast kann á www.renn.fo.

Í hesum sambandi hava SPORTMASTER og Bragdið gjørt samstarvsavtalu. Hendan fevnir um, at leygardagin tann 14. juli kunnu luttakarar bæði tekna seg til renningina og heinta startnummur á torginum í SMS millum klokkan 10 og 16.

Eisini skipar Bragdið fyri køkutombola á torginum sama vikuskifti.

0 comment
0

Related Articles