Leygardagin 27. januar skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Roysnið fyri triðja umfari av Vetrarkappingini í renning á Toftum.
Kappast verður í fýra bólkum hjá kvinnum og monnum:
Veteranar kvinnur og menn (f. -1961) – 10,5 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -90) – 10,5 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1986-90) – 10,5 km
Gentur og dreingir (f. 1991-95) – 5 km
Vaksin, veteranar og unglingar renna “Runt Agnið”. Byrjað verður við Tofta Skúla, runnið verður síðan úteftir niðan á “Agnið”. Málið er á Tofta kei.
Yngsti aldursbólkurin byrjar við Æðuvíksvegin og rennir inneftir móti Runavík og so út á Tofta Kei. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.
Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 26. januar kl. 21.00.
Startnummur verða avheintaðið við Tofta Skúla leygardagin frá kl. 10.15. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.
Vegna umbyggingar ber ikki til at skifta í Tofta skúla. Luttakararnir verða tí bidnir um at møta í klæðum.
Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her.
Meldið til her.