Triathlonkappingar verða 30. oktober og 6. november

Skrivað hevur

30. oktober
FM 1/4 Triathlon
1.500 m svimjing, 40 km súkkling, 10 km renning

Fyrst verður svomið 1500 m í Svimjihøllini, síðani súkklað 40 km. eftir Ringvegnum, Hvítanesvegnum og Kaldbaksvegnum til Kaldbaks, Kaldbaksbotn, Kaldbaks, og so aftur til Havnar, til Skógrøkt Landsins, har skift verður til renning.

Runnið verður síðani tvær ferðir eftir vegnum Fram við Strond til Føroya Sparikassa, og aftur til Skógrøkt Landsins, har málið er.

6. november kl. 13.00
1/8 Triathlon fyri lið
Ein svimjari, ein súkklari og ein rennari sláa seg saman og umboða eitt felag/fyritøku.

Fyrst verður svomið í Svimjihøllini í Gundadali, síðani út á súkkluna, og verður súkklað frá Svimjihøllini til rundkoyringina við Skansan og aftur til rundkoyringina R.C.Effersøesgøta/Norðari Ringvegur 3 ferðir, og so oman til Skógrøkt Landsins.

Her verður skift til renning, og runnið verður frá Skógrøkt Landsins niðan eftir Hvítanesvegnum til høgru eftir Skraddaragøtu, inn á gøtuna kring Skógrøktina og aftur til málið við Skógrøkt Landsins. Runnið verður 6 ferðir runt.

Tilmelding fríggjakvøldið áðrenn hvørja kapping hjá:
Evald Rasmussen tel. 583273
Gunnar Dahl-Olsen tel. 319030

Føroya Triathlon Felag

Comments are closed.