Home Komandi tiltøk Tunnilsrenningin 2006 – Kunning

Tunnilsrenningin 2006 – Kunning

by athletic

TUNNILSRENNING
SUNNUDAGIN 23. APRÍL 2006 KL.14.00

Í samband við at Norðoyatunnilin letur upp fyri almennari ferðslu leygardagin 29. apríl, so skipar Ítróttarfelagið TREYSTI fyri tunnilsrenning sunnudagin 23. apríl kl. 14.00. Fyrireikarnir vænta nógvar luttakarir og kann hetta tiltakið blíva størsta ítróttartiltak í Føroyum higartil.

Niðanfyri er kunning um tiltakið.

SKRÁ: 12.00 Bussar byrja at koyra luttakarir úr Klingrugarði til Leirvíkar
13.30 Luttakarnir byrja at gera seg tilreiðar til start.
14.00 Startur Tunnilsrenning 2006
14.00 Gestablídni, tónleikur, opið hús o.a. í Klingrugarði
14.25 Fyrstu rennarnir koma á mál
16.30 Bussar byrja at koyra luttakarir til Leirvíkar (um allir luttakarar eru komnir á mál)
18.00 Bussar gevast at koyra luttakarir til Leirvíkar
20.00 Heiðursmerkjahandan (Vágstún/KÍ-Høllin/Klingrugarður).

Skrá fyri Dúgvuna og Sam:
07.15 Dúgvan siglir til Leirvíkar
08.45 Dúgvan siglir til Leirvíkar
09.20 Sam siglir til Leirvíkar umvegis Syðradal
10.15 Dúgvan siglir til Leirvíkar
11.45 Dúgvan siglir til Leirvíkar
13.15 Dúgvan siglir til Leirvíkar
14.00 Sam siglir til Leirvíkar umvegis Syðradal
14.45 Dúgvan siglir til Leirvíkar
16.15 Dúgvan siglir til Leirvíkar
17.45 Dúgvan siglir til Leirvíkar
19.20 Dúgvan siglir til Leirvíkar
20.45 Dúgvan siglir til Leirvíkar
22.15 Dúgvan siglir til Leirvíkar

TILMELDING OG GJALD:
• Ein skal verða tilmeldaður fyri at kunna luttaka í Tunnilsrenning 2006.
• Tilmeldingar skullu vera Treystinum í hendi í seinasta lagi 17. apríl kl. 12.00.
• Eftir hetta er tað ikki møguligt at melda til.
• Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna hjá Treystinum, sum er www.treysti.fo ella umvegis heimasíðuna hjá Føroya Sparikassa, sum er www.sparikassin.fo.
• Eisini kann ein fara inn á eina av deildunum hjá Føroya Sparikassa og tilmelda seg.

Tilmeldingin er gyldug tá ið gjalding er framd.

LUTTAKARATAL:
• Tað sleppa í mesta 5.000 luttakarir við.

DRYKKIVØRUR:
• Á lægsta punkti í tunnlinum ber til at fáa vatn at drekka.
• Í Klingrugarði verður eisini okkkurt leskandi at fáa eftir renningina.

FYRSTAHJÁLP:
• Í tunnlinum verða fleiri hjálparfólk (samarittar) standandi. Luttakarar skullu renna/ganga í høgru síðu í tunnlinum.

TREYTIR:
• Øll kunnu luttaka.
• Ikki er loyvt at súkkla, rulluskoyta ella hava djór við.
Góðkenning:
Eg luttaki fyri egna ábyrgd og kann ikki gera nakað endurgjaldskrav galdandi hjá fyrireikarum ella stuðlum. Eg váttið samstundis, at heilsuviðurskiftini eru í lagi og at eg hava fyrireika meg til hesa krevjandi avbjóðing.
Eg kann ikki lata startnummarið til annan persón. Um eg av einihvørji orsøk ikki kann luttaka, kann eg ikki krevja afturgjalding av luttøkugjaldinum. Eg váttið samstundis, at føðiár og aðrar upplýsingar eru rættar.

LUTTØKUGJALD:
• DKK 125,00. Tó verða kr. 25,00 lagdar afturat um startpakkin skal sendast við postinum.

STARTNUMMAR:
• Íroknað luttøkugjaldinum er startnummar, sum allir luttakarir skullu bera á bringuni meðan runnið verður.
• Startnummarið hevur ein lítlan lepa á síðuni, sum skal avleverast tá ein kemur í mál.
• Tað er umráðandi at luttakarnir bera rætt startnummar.

T-SHIRT:
• Íroknað luttøkugjaldinum er ein serlig “Tunnilsrenning 2006” t-shirt.

ARMBAND:
• Íroknað luttøkugjaldinum er eitt serligt “Norðoyatunnilin 2006” armband.

LUTAKAST:
• Íroknað luttøkugjaldinum, so er startnummarið eisini ein lutaseðil, sum verður við í lutakastinum um ymsar vinningar.

ÚTFLÝGGJAN AV STARTPAKKA:
• Startpakkin, sum inniheldur startnummar, t-shirt, armband og kunning, verður sendur við postinum í seinasta lagi týsdagin 18. apríl ella mikudagin 19. apríl.
• Startpakkin kann eisini heintast á hesum deildum hjá Føroya Sparikassa:
Klaksvík, Runavík, Miðvágur, Sandur, Tvøroyri, Tórshavn (í miðbýnum)
frá týsdegnum 18. apríl til fríggjadagin 21. apríl (gevi gætur nær opið er).

FLUTNINGUR:
• Íroknað luttøkugjaldinum hava luttakarir úr Norðoyggjum møguleika at verað fluttir til Leirvíkar við bussi úr Klingrugarði áðrenn renningina.
• Íroknað luttøkugjaldinum hava luttakarir sum skullu avstað aftur eftir renningina, møguleika at verða fluttir úr Klingrugarði til Leirvíkar við bussi.

SKREYTBLAÐ:
• Eftir renningina, og tá øll úrslitini eru klár, hava luttakarnir møguleika at fara inn á heimasíðuna hjá Treystinum, sum er www.treysti.fo og fáa útskrivað eitt serligt skreytblað.

HEIÐURSMERKIR:
• Heiðursmerkir verða latin nummar 1, 2 og 3 í teimum ymsu bólkunum.

BÓLKAR: Menn:
Bólkur 1: opin bólkur
Bólkur 2: M30-39 føddir (1967-1976)
Bólkur 3: M40-49 føddir (1957-1966)
Bólkur 4: M50-59 føddir (1947-1956)
Bólkur 5: M60-69 føddir (1937-1946)
Bólkur 6: M70-99 føddir (1900-1936)
Bólkur 7: D00-09 føddir (1997-2006)
Bólkur 8: D10-14 føddir (1992-1996)

Kvinnur:
Bólkur 1: opin bólkur
Bólkur 2: K30-39 føddar (1967-1976)
Bólkur 3: K40-49 føddar (1957-1966)
Bólkur 4: K50-59 føddar (1947-1956)
Bólkur 5: K60-69 føddar (1937-1946)
Bólkur 6: K70-99 føddar (1900-1936)
Bólkur 7: G00-09 føddar (1997-2006)
Bólkur 8: G10-14 føddar (1992-1996)

TEINUR:
• Samlaði teinurin er góðar 6 kilometrar. Byrjað verður uttanfyri tunnilsmunnan Leirvíkarmegin og málið verður beint uttanfyri tunnilsmunnan Klaksvíksmegin. Í tunnlinum verða skiltir sett upp, sum vísa hvussu langt ein er komin.

MYNDIR:
• Myndir frá “Tunnilsrenning 2006” verða at síggja á heimasíðuni nakrar dagar eftir renningina.

ÚRSLIT:
• Úrslitini verða løgd út á heimasíðuna hjá Treystinum, sum er www.treysti.fo, so skjótt tilber, eftir at tey er tilreiðar.

(Møguligar broytingar vera lýstar á www.treysti.fo)

0 comment
0

Related Articles