Vit møtast á farstøðini í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 19.45
Smyril siglir klokkan 20.00 til Drelnøs. Haðani fara vit við bussi til Vágs, har vit væntandi koma uppá pláss kl. 22.30-23.00. So tá verður farið beint í soviposarnar. Vit búgva í húsunum hjá Vágs Matmøðrafelagi miðskeiðis í bygdini.
Útpurring verður klokkan 8.00 og felags morgunmatur etin, áðrenn vit fara vestur á Vatnið at renna.
Foreldur og evt. húsvillir rennarar hava eisini møguleika at krøkja seg upp í hetta heldur ivasama ferðalagið.
Vit skulu vera úti aftur úr húsunum klokkan 15.00, men vit sleppa at lata taskurnar liggja. Smyril siglir aftur av Vági klokkan 19.00 leygarkvøldið. Møtast á keiini kl. 18.30!
Kostnaðurin fyri gisting og morgunmat er kr. 50.
Foreldur og aðrir rennarar gjalda kr. 100.
At hava við:
Soviposa og kodda (madrassur eru í húsunum)
Gott lag
Vinnaraanda
Renniklæðir!!!
Guttelut og Hallur Fut Fut