Home Komandi tiltøk Várkappingar á Tórsbreyt

Várkappingar á Tórsbreyt

by Hallur Holm

Í kvøld, mikukvøldið 27. apríl og tey bæði næstu kvøldini fara Hvirlan og Bragdið í felag at skipa fyri nøkrum opnum kappingum í útvaldum greinum. Várkappingar á Tórsbreyt bleiv heitið, tá kappingarnar blivu meldaðar til hjá Dansk Atletikforbund. Kalendarin sigur eitt, men skoðanin út vindeygað sigur okkurt annað.

IMG_5302
Nú kemur aftur hálvárið, har gulu, reyðu og bláu litirnir leika og dystast. Hesar fittu genturnar eru nú eitt sindur størri enn her.

Ikki tí. Veðrið hevur mangan verið størri avbjóðing í apríl enn vit síggja í dag. Vit vóna tí at síggja nógvar luttakarar til kappingarnar. Øll sum eru fødd í 2005 og fyrr eru vælkomin at luttaka. Tilmelding er á staðnum, og skal verða avgreidd ein hálvan tíma undan startinum.

Kappast verður soleiðis:

Mikukvøldið 27. apríl:

Kl. 18.00 100m 11-13 ár
Kl. 18.00 kúluvarp 14 ár og eldri
Kl. 18.20 kúluvarp 11-13 ár
Kl. 18.30 100m 14 ár og eldri
Kl. 18.50 800m 11-13 ár
Kl. 19.00 800m 14 ár og eldri

Hóskvøldið 28. apríl:

Kl. 18.00 3.000m 14 ár og eldri
Kl. 18.00 longdarlop 11-13 ár
Kl. 18.00 spjótkast 14 ár og eldri
Kl. 18.30 longdarlop 14 ár og eldri
Kl. 18.30 spjótkast 11-13 ár

Fríggjakvøldið 29. apríl:

Kl. 18.00 200m 14 ár og eldri
Kl. 18.00 hæddarlop 11-13 ár
Kl. 18.30 200m 11-13 ár
Kl. 18.30 hæddarlop 14 ár og eldri
Kl. 18.50 600m 14 ár og eldri
Kl. 19.00 600m 11-13 ár

Yngri árgangurin eru tey, sum eru fødd í 2003-2005, og eldri bólkurin eru tey, sum eru fødd í 2002 og fyrr.

 

0 comment
0

Related Articles