Home Komandi tiltøk Várkappingin verður leygardagin

Várkappingin verður leygardagin

by Sølvi Reinert Hansen

Leygardagin 28. mars kl. 11.00 skipar Roysnið fyri 5. og seinasta umfari av Vetrarkappingini 2008/2009 í Runavík. Talan er um árligu sonevndu Várkappingina.

Allir bólkarnir byrja samstundis. Bólkarnir eru:
-Kvinnur/menn opin bólkur – 10 km (f. -1992)
-Kvinnur veteranar/Menn veteranar – 10 km (f. 1954-63)
-Menn superveteranar – 10 km (f. -1953)
-Kvinnuunglingar/Mansunglingar – 10 km (f. 1988-1992)
-Gentur/Dreingir – 5 km (f. 1993-1997)

Rutan
Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið. Tey ungu renna eftir somu rutu, men byrja beint niðanfyri tey vaksnu, og koma á mál sama stað sum tey.

Kort Runavik
Á kortinum sæst rutan í Runavík.

Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 27. mars á miðnátt.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við Sjómansheimið hálvan tíma áðrenn start og avheinta startnummar. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Jósvein Herup Olsen 25.03.09 - 08:26

Er kappingin hjá teimum vaksnu samstundis FM-kapping í 10 km?

admin 25.03.09 - 08:55

Nei, FM-kappingin plagar at vera á somu rutu i í juni.

Comments are closed.