Home Komandi tiltøk Varmakeldurenning í Fuglafirði fríggjakvøldið kl. 18

Varmakeldurenning í Fuglafirði fríggjakvøldið kl. 18

by Guttorm Sørensen

Fríggjakvøldið 3. juli kl. 18.00 skipar Roysnið fyri Varmakeldurenning í Fuglafirði. Eisini verður skipað fyri barnarenning. Teinurin hjá vaksnum verður umleið 3,7 km. Startur og mál eru uttanfyri Mentanarhúsið.

 

Tilmelding fer fram á www.fif.fo í seinasta lagi hóskvøldið kl. 23.00 ella á staðnum ein tíma áðrenn kappingarbyrjan. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn, og skal rindast tá startnummarið verður avheintað á staðnum.

 

Aldursbólkarnir hjá teimum vaksnu síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f.1970 -1999) tvs. 16 ár ella eldri – 3,7 km
• Menn opin bólkur (f.1970 -1999) tvs. 16 ár ella eldri – 3,7 km
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1960-1969) tvs. 46-55 ár – 3,7 km
• Menn (M45+) veteranar (f. 1960-1969) tvs. 46-55 ár – 3,7 km
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1959 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri – 3,7 km
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1959 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri – 3,7 km
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.

Aldurbólkarnir hjá børnum eru hesir:
– Dreingir-7/Gentur-7 (f.2008 ella seinni) – ca. 300m
– Dreingir-10/Gentur-10 (f.2005-2007) – ca. 600m
– Dreingir-13/Gentur-13 (f.2002-2004) – ca. 1.000m
– Dreingir-17/Gentur-17 (f.1998-2001) – 3,7 km

Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Roysnið, at undirtøkan verður góð.

 

0 comment
0

Related Articles