Frælsur Ítróttur Føroya skipar fyri venjaraskeiði í frælsum ítrótti vikuskiftið 14.-15. november.
Skeiðið er fyrsti partur av svensku venjaraútbúgvingini innan frælsan ítrótt, sum fevnir um tey trý grundskeiðini (7-10 ár, 11-13 ár og 14-17 ár). Ongar serligar fortreytir eru fyri at luttaka á skeiðinum.
Arbeitt verður bæði við ástøði og praktiskum venjingum. Nærri verður kunnað um innihald og skrá í næstum.
Randi Kúrberg og Ann Hansen vera skeiðsleiðarar.
Hesi skeiðini hava verið fyriskipað fyrr, men nú eru nøkur ár síðani, og tí vónar FÍF, at øll feløgini fara at senda fólk á skeið. Skeiðið er ikki bert ætlað teimum, ið longu eru venjarar, men eisini teimum, ið kundu hugsað sær at komið í gongd við venjing av børnum og ungum.
Luttøka á skeiðinum er ókeypis, og skeiðsprógv verður latið luttakarunum.
Tilmelding fer fram umvegis tilmeldingarsíðuna hjá FÍF her.