Home Komandi tiltøk Vestanstevnurenning 13. juli

Vestanstevnurenning 13. juli

by Sølvi Reinert Hansen

Fríggjadagin 13. juli skipar Ítróttafelagið FRÆLSI fyri tí árligu renningini á Vestanstevnu, ið verður í Sørvági í ár. Luttøkan hevur verið sera góð seinastu árini, og tað vóna fyriskiparnir, at hon verður aftur hesaferð.

Rutan verður tann saman sum hon var á Vestanstevnu í Sørvági fyri 3árum síðan; frá kirkjuni og út til Býggjar.

Rennikappingin er samstundis fjórða av fimm umførum í Grand Prix kappingini fyri vaksin. FÍF hevur í ár broytt Grand Prix kappingina fyri børn. Í staðin fyri at hava Grand Prix kapping fyri børn á stevnunum, so verður í staðin skipað fyri einari Grand Prix kapping á breyt. Mest sannlíkt er at tær allar verða á Svangaskarði.

FÍF hevur aftur í ár sett sum treyt, at fyri at kunna telja við í Grand Prix kappingini, so skal ein verða limur í einum av teimum fimm feløgunum fyri frælsan ítrótt: Treysti úr Norðoyggjum, Bragdið úr Havn, Roysnið úr Eysturoynni, Frælsi úr Vágunum ella Hvistan úr Suðuroynni.

Fyri at telja við í endaligu Grand Prix støðuni, so skulu tey vaksnu hava verið við í minst 4 av teimum 5 kappingum, sum Grand Prix kappingin í summar umfatar.

Skráðin fyri Vestanstevnurenningina
kl. 18.00 Menn/Kvinnur (f. 1989 ella fyrr) – 7,5 km
Kl. 18.00 Veteranar (f 1961 ella fyrr) – 7,5 km
Kl  18.00 Motiónsrenning – 5,0 km
Kl. 18.10 Dreingir -7/Gentur -7 (f. 2000 ella seinni) – 500 m
Kl. 18.10 Dreingir -10/Gentur -10 (f. 1997 – 1999) – 500 m
Kl. 18.20 Dreingir -13/Gentur -13 (f. 1994 – 1996) – 1,5 km
Kl. 18.20 Dreingir -17/Gentur -17 (f. 1990 – 1993) – 1,5 km

Vit ætla at klára at halda hesar starttíðirnar, men møguliga mugu vit býta gentir og dreingir sundur í onkrum bólkum, hetta frætta vit nærri um á staðnum.

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum.

Tilmelding online
Aftur í ár verður tilmelding at fara fram online á heimasíðuni hjá FÍF, sum er www.athletics.fo ella www.renn.fo. Freistin fyri onlinetilmelding er hóskvøldið 12. juli klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn. Startgjaldið skal gjaldast, tá startnummarið verður avheintað. Avheintanin byrjar kl. 17 við kirkjuna í Sørvági. Eisini ber til at tilmelda seg við kirkjuna, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja; tá verða lagdar kr. 20 omaná vanliga startgjaldið. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við kirkjuna í góðari tíð, áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vóna fyrireikarnir, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið seinastu árini.

0 comment
0

Related Articles