Home Komandi tiltøk Vetrarkappingin 2006/2007

Vetrarkappingin 2006/2007

by athletic

Í næstum byrjar vetrarkappingin hjá FÍF. Kappingin verður skipað eitt sindur ørvísi enn undanfarnu vetrarkappingar. Hesaferð umfatar hon 7 umfør. Kappingarnevndin hevur gjørt ta broytingina, at kappingin verður avgreidd yvir eitt styttri tíðarskeið enn árini frammanundan. Bert ein kapping verður í ár, meðan allar hinar kappingarnar verða næsta ár. Byrjað verður í Havn 9. desember.

Umførini verða eftir ætlan hesi:

1. umfar 09. des. Tórshavn 12 km / 4 km
2. umfar 13. jan. Hvalvík/Streymnes 7,7 km / 2,5 km
3. umfar 27. jan. Toftir (Runt Agnið) 10,5 km / 5 km
4. umfar 17. feb. Vágum (cross) 10 km / 3 km
5. umfar 03. mar. Suðuroy 6 km / 2,4 km
6. umfar 17. mar. Klaksvík 8 km / 4 km
7. umfar 31. mar. Runavík 10km / 5km

Kappast verður í fýra bólkum hjá kvinnum og monnum.

Veteranar kvinnur og menn (f. -1961)
Kvinnur og menn opin bólkur (f. -1990)
Kvinnu- og mansunglingar (f. 1986-90)
Gentur og dreingir (f. 1991-1995)

Kappingin verður umsitin av FíF. Annars verður víst til kappingarreglurnar, sum liggja á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya, sum er www.athletics.fo.

0 comment
0

Related Articles