Home Komandi tiltøk Vetrarkappingin – 3. umfar

Vetrarkappingin – 3. umfar

by Sølvi Reinert Hansen

Áðrenn VK3
Leygardagin 12. januar verður skipað fyri 3. umfari av Vetrarkappingini í
renning. Kappingin fer fram í Streymnesi og Hvalvík.

Kappast verður í fýra bólkum hjá báðum kynum:

Veteranar kvinnur og menn (f. -1962) 7,8 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur f. -1991) 7,8 km
Kvinnu- og mansunglingar (f. 1987-91) 7,8 km
Gentur og dreingir (f. 1992-1996) 3,8 km

Møtt verður í nýggju húsunum við vøllin í Streymnesi. Teinurin, ið skal
rennast, byrjar eisini við húsini. Runnið verður gjøgunum Streymnes eftir
niðara vegi oman á Oyruna, og síaðani gjøgnum Hvalvík og aftur til
Streymnesar. Teinurin skal rennast tríggjar ferðir – gentur og dreingir tó
bert eina ferð.

Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00

Tilmelding fer fram her á síðuni innan fríggjakvøldið 11. januar kl. 21.00.

Startnummur verða avheintað í húsunum við vøllin í Streymnesi leygardagin
frá kl. 10.00. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir
eltu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Hetta er triðja umfar av vetrarkappingini. Men hetta er samstundis ein opin
kapping, har øll kunnu luttaka.

Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her.

0 comment
0

Related Articles