Home Komandi tiltøk Vetrarkappingin byrjar leygardagin

Vetrarkappingin byrjar leygardagin

by Sølvi Reinert Hansen

Leygardagin 17. november skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Roysnið fyri fyrsta umfari av Vetrarkappingini 2007-2008 í renning á Toftum.

Kappast verður í fýra bólkum hjá kvinnum og monnum:

Veteranar kvinnur og menn (f. -1962) – 10,5 km
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -91) – 10,5 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1987-91) – 10,5 km
Gentur og dreingir (f. 1992-96) – 5 km

Vaksin, veteranar og unglingar renna “Runt Agnið”. Byrjað verður við Tofta Skúla, runnið verður síðan úteftir niðan á “Agnið”. Málið er á Tofta kei.

Yngsti aldursbólkurin byrjar við Æðuvíksvegin og rennir inneftir móti Runavík og so út á Tofta Kei. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.

Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 16. november kl. 21.00.

Startnummur verða avheintaðið við Tofta Skúla leygardagin frá kl. 10.15. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri tríggjar teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her.

Meldið til her.

Vetrarkappingin í nýggjum hami
Leisturin frá undanfarnum vetrarkappingum verður nú broyttur, soleiðis at ikki verður kappast um stig longur. Tær fimm kappingarnar eru í alt 50 km til longdar, og tað er samlaða tíðarnýtslan, sum er grundarlag fyri samlaða úrslitinum. Tað merkir, at fyri at gjøgnumføra vetrarkappingina, skulu øll fimm umførini gjøgnumførast.

Hesin leistur hevur verið royndur áður í tánevndu Daewoo-kappingini, tá samlaði teinurin var eitt heilt maraton. Hesar kappingar vóru væl dámdar, og tí varð hildið tað vera spennandi at royna aftur. Nú tað eru fimm kappingar, er teinurin longdur til 50 km. Samanlagdi teinurin hjá teimum ungu verður 20 km, og aldursbólkarnir verða teir somu sum seinasta vetur.

Skráin er henda: (Ung í klombrum)
17. november: Runt Agnið – 10,3 km (5 km)
8. desember: Tórshavn – 12 km (3,5 km)
12. januar: Streymnes – 7,7 km (2,5 km)
23. februar: Hvannasund – 10 km (4 km)
29. mars: Várkapping í Runavík – 10 km (5 km)

Sjálvt um tú skalt vera limur í einum av frælsu ítróttarfeløgunum fyri at vera við í samlaðu kappingini, eru øll vælkomin at vera við í hvørjum einstøkum umfari. Kappingarnevndin hjá FÍF vónar, at rennarar kring landið fara at vísa hesi kapping áhuga.

0 comment
0

Related Articles