Home Komandi tiltøk VK-6 verður í Trongisvági leygardagin

VK-6 verður í Trongisvági leygardagin

by Hallur Holm

Sætta og næstseinasta umfar av Vetrarkappingini verður runnið í Trongisvági leygarmorgunin kl. 11.00. Tað verður felagið í Suðuroynni, Hvistan, sum saman við FÍF fer at skipa fyri. Bólkarnir eru hesir: 

 
– Kvinnur / menn opin bólkur (f. -1996) – umleið 8,6 km
– Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1958-1967) – umleið 8,6 km
– Menn Superveteranar (f. 1957 ella fyrr) – umleið 8,6 km
– Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 1992-1996) – umleið 8,6 km
– Gentur / Dreingir (f. 1997-2001) – umleið 2,2 km

 

Rennirutan sær út til at vera bæði góð og hugnalig og stórt sæð uttan bilferðslu.  Byrjað verður við ítróttarhøllina í Trongisvági. Runnið verður eftir áargøtuni og niðan í viðarlundina, víðari framvið ánni niðan til Sterling. Tá komið er niðan móti vegnum við brúnna, verður snarað til vinstru og runnið eftir vegnum Við Rangá omaneftir móti høllini aftur.Teinurin er áleið 4,3 km og verður runnin tvær ferðir, ella íalt umleið 8,6 km

Rutan sæst her: http://www.endomondo.com/routes/6698374

Gentur og dreingir renna 2,2 km. Byrjað verður við ítróttarhøllina í Trongisvági. Runnið verður niðan eftir áargøtuni. Snarað verður til vinstru við brúnna ì Lambabyrgi og runnið verður yvir til vegin við Rangá. Snarað verður til vinstru og runnið verður oman móti høvuðtvegnum og yvir móti høllini aftur.

Rutan sæst her: http://www.endomondo.com/routes/165593414

Skifting og brúsa er í høllini/skúlanum. Flogbóltsfinalurnar í yngru deildunum eru eisini í høllini leygardagin, so har verður nógv fólk. Vit fáa eina skúlastovu at skifta í og til at hava okkara klæðir í. Skiftirúmið er bert til at fara í brúsu í. Har skulu eingi klæðir hanga.

Okkurt leskandi verður at fáa aftaná renningina. Annars er kantina í sambandi við flogbóltstiltakið, og har eru vit eisini vælkomin at keypa.

Smyril siglir av Havnini leygarmorgunin kl. 7.00 og norðuraftur kl. 18.30. Minnist til, at tit fáa ferðaloyvi frá tykkara felagi ella frá FÍF.

Sum vanligt verða heiðursmerki latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki. Og  sum vanligt er kostnaðurin 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri tey yngru.

Sum sagt er hetta næstseinasta umfar av Vetrarkappingini, og tí er ivaleyst onkur, sum hevur hug at skeita eftir samlaðu støðuni, nú tað lækkar móti endanum. Støðan sæst á hesari slóðini: http://www.fif.fo/?p=6601


Ella og Ann dystast um samlaða fyrstaplássið hjá veterankvinnum.

 

0 comment
0

Related Articles