Home Komandi tiltøk VK1 – Runt Agnið 15.11.08

VK1 – Runt Agnið 15.11.08

by Sølvi Reinert Hansen

[singlepic=132,480,360,,]

Leygardagin 15. november skipa Frælsur Ítróttur Føroya og Roysnið fyri fyrsta umfari av Vetrarkappingini 2008-2009 í renning á Toftum.

Kappast verður í hesum bólkum:

Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -92) – 10,5 km
Veteranar kvinnur og menn (f. 1954-63) – 10,5 km
Menn Superveteranar (f. -1953) – 10,5 km
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1988-92) – 10,5 km
Gentur og dreingir (f. 1993-97) – 5 km

Vaksin, veteranar, superveteranar og unglingar renna “Runt Agnið”. Byrjað verður við Tofta Skúla, runnið verður síðan úteftir niðan á “Agnið”. Málið er á Tofta kei.

Yngsti aldursbólkurin byrjar við Æðuvíksvegin og rennir inneftir móti Runavík og so út á Tofta Kei. Allir aldursbólkar byrja samstundis kl. 11.00.

Tilmelding fer fram á her á síðuni innan fríggjakvøldið 14. november kl. 21.00. Til ber eisini at melda til við Tofta Skúla áðrenn startin.

Startnummur verða avheintaðið við Tofta Skúla leygardagin frá kl. 10.20. Tá verður luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri fýra teir elstu aldursbólkarnar og kr. 20,- fyri yngsta aldursbólkin, eisini goldið.

Víst verður annars til kappingarreglurnar, ið eru at finna her.

Meldið til her.

0 comment
0

Related Articles