Krøv til Elitu- og Talentbólkin 2014-2015

Her eru dagførdu (pr. 01.02.2014) krøvini til Elitu- & Talentbólkin.

PDF: OyL- og Talentkrøv 2014-5 Menn og dreingir og OyL- og Talentkrøv 2014-15 Kvinnur og gentur

Krøv 2014-2015 menn og dreingir

Krøv 2014-2015 kvinnur og gentur

Gevið gætur: Úrslit í renning  til og við 200 m, longdarlopi og trístøkk skulu vera við góðkendum vindi (tvs. maks +2,0 m/s undanvindur).  – Renniúrslit til og við 400 m skulu vera el-tíðir.

Tað verður væntað, at íðkarar í talentbólki, elitubólki og á oyl-liðnum føra venjingardagbók. Tey yngstu (12-13 ár møguliga saman við venjaranum)

Tað er eitt krav, at íðkarar í talentbólkinum møta til tey tiltøk, sum verða fyriskipað fyri bólkin, eins og tað er eitt krav, at møtt verður til FM-Ung, og 15 ár og eldri møta til FM Vaksin. Forfall skal fráboðast.

Íðkarar á elituliðnum og oyggjleikaliðnum íðka bara frælsan ítrótt. Krav er, at møtt verður til øll fyriskipað tiltøk fyri bólkarnar, og kravt verður, at møtt verður til viðkomandi kappingar. Forfall skal fráboðast.

Freistin at klára oyggjaleikakrav til 2015 er 26. apríl 2015. (Tað merkir, at um Tårnby Games er fyrsta vikuskifti í mai, er tað ov seint).
Freistin til VU-Spelen 2015 fyri Talentbólkin er 2. TF Stórkappingin ella leygardagin 30. mai.
Freistin til Íslandsmeistaraskapið 2015 fyri Elitubólkin er 3. TF Stórkapping ella leygardagin 20. juni.

Allar kappingar, sum verða fyriskipaðar, skulu fráboðast FÍF í seinasta lagi 7 dagar frammanundan. Kappingar sum ikki lúka hesar treytir, verða ikki góðkendar í FÍF høpi.

Úttøkuleiðararnir tilskila sær rætt til at endurmeta hesi krøv leypandi.