Krøv til OYL-, Elitu- og Talentbólkin 2016-2017

krøv 22-02-2017

Her finnast tey í .pdf  Talent+oylkrøv 2016-17 -22.02.2017

At fremja hesi úrslit er eitt stig á leiðini móti úttøku til ungdóms-, elitu- og oyggjaleikalandslið. Íðkari skal eisini hava verið aktivur eitt tíðarskeið, so hann er kendur í umhvørvinum. Hann skal hava víst góðan hugburð og ítróttaranda, og hava verið íðin at venja.

Tað verður væntað, at íðkarar í ungdómsbólki, elitubólki og á oyl-liðnum føra venjingardagbók. Tey yngstu (12-13 ár møguliga saman við venjaranum.)

Tað er eitt krav, at íðkarar í talentbólkinum møta til tey tiltøk, sum verða fyriskipað fyri bólkin, eins  og tað er eitt krav, at møtt verður til FM-Ung, og at tey, sum eru 15 ár og eldri, eisini møta til FM Vaksin. Forfall skal fráboðast.

Íðkarar á elituliðnum og oyggjaleikaliðnum íðka fyrst og fremst frælsan ítrótt. Kravt er, at møtt verður til øll fyriskipað tiltøk fyri bólkarnar, og kravt verður, at møtt verður til viðkomandi kappingar. Forfall skal fráboðast.

A-landsliðið og talentliði fara til VU Spelen í Gøtuborg, sum verður 30.juni – 2. juli 2017. Arbeitt verður eisini við aðrari uppgávu til A-landsliðið. Hetta verður antin á sumri 2016 ella innandura á vetri/vári 2017. Verður kunngjørt so skjótt sum hetta fellur uppá pláss.

Freistin at klára oyggjaleikakrav til 2017 er 16. apríl 2017. Freistin at klára A-krav og elitukrav til VU Spelen 2017 er 3. juni. Freistin til at klára Talentkrøv til  VU Spelen 2017 er leygardagin 3. juni. Innanduraúrslit verða góðkend við somu úrslitum sum uttandura.

NM Krøv
NM 10.000m – Menn = 31.30 min – Kvinnur = 37.00 min. og hesar tíðir kunnu eisini verða galdandi til NM Cross. Fyrsta umfar í Donsku vetrarkappingini í cross kann eisini verða vegleiðandi.

Fráboðan av kappingum
Allar kappingar, sum verða fyriskipaðar, skulu fráboðast FÍF í seinasta lagi 7 dagar frammanundan. Leiðbeining liggur her: Leiðbeining
Kappingar, sum ikki lúka hesar treytir, verða ikki góðkendar í FÍF høpi.

Skaddir íðkarar
Um íðkari, sum er í úrvalshópi hjá FÍF verður skaddur, skal hann ella venjari hansara boða FÍF frá hesum. Íðkarar, sum ikki er fult kappingarførir,  verða ikki við til kappingar uttanlands.

Úttøkuleiðararnir tilskila sær rætt til at endurmeta hesi krøv leypandi.  

 

Ferðing uttanlands við FÍF
Tað verður væntað, at landsliðsíðkarar ferðast út og heim sum samlaður hópur. FÍF rindar bert fyri íðkarar, sum ferðast út og heim við hópinum.

Tá vit ferðast og eru til kappingar, eru vit sjálvsagt øll í búnum hjá FÍF. Í sambandi við fjølmiðlasamrøður og myndatøku er eisini krav, at vera í FÍF-klæðum.

Er hópur settur saman av gentum og dreingjum, skal leiðaratoymið hava bæði kvinnur og menn við sum ferðaleiðarar.

Tá vit eru saman við FÍF, fylgja vit teimum reglum, sum leiðaratoymið ásetur. Kunning um matreglur, máltíðir og songartíðir verður í sambandi við felagsfund innan fráferð.

Tá vit eru burturi standa vit saman sum ein hópur, og stuðla hvørjum øðrum tá vit kappast. Vit eru saman sum hópur frá fráferð til heimkomu.

Foreldur og makar kunnu ikki vera partur av hópinum. Mælt verður frá, at tey búgva á sama gistingarhúsi sum landsliðshópurin.

Í sambandi við kapping er tað altíð venjari ella leiðari hjá FÍF, sum fyrireikar og vegleiðir íðkaran.

FÍF avger í samráð við íðkara og venjara hansara, hvørjum kappingargreinum kappast skal í. Tað verður frámælt at luttaka í meira enn einari kapping um dagin.