Home Landslið Alda og Hallur í stórformi

Alda og Hallur í stórformi

by Hallur Holm

Oyggjaleikaúttøkan stendur beint fyri framman, og á Tórsbreyt hava tey herjað á við kappingum hesar seinastu vikurnar fyri at røkka krøvunum um at sleppa við til Jersey. Veður og vindur argar nógv hesar dagarnar, men onkuntíð kann vindurin vera góður. Dugir tú at gagnnýta vindin, kanst tú fáa klingruna at flúgva væl í mótvindinum. Tað var júst tað, sum Hallur Simonsen megnaði í gjárkvøldið, tá hann kastaði klingruna heilt út á 43,71 metrar, smáar tveir metrar longri enn oyggjaleikakravið! Heilar fýra ferðir kom Hallur út um 40 metrar, og er hetta nógv tað besta kastiavrikið hjá Halli.

Hallur oylkrav
H
allur Simonsen kastaði í gjárkvøldið 43,71 metrar, og setti eitt stórt persónligt met! (mynd: Hvirlan)

Vit hava eisini sæð fleiri góð úrslit í 100 m spurtinum og kanska serliga frá teimum trimum Hvirlunum Tummasi Napoleon Arge, Aldu S. Lamhauge og Rúna Jacobsen. Men oftast hava góðu úrslitini verið væl hjálp av undanvindi, men um vikuskiftið gjørdust umstøðurnar næstan fullkomnar. Alda var óheppin at fáa 1,3 ímóti, men megnaði kortini at renna teir 100 metrarnar uppá 13,59 sekund. Hetta er klárt skjótasta føroyska tíð, sum er mátað við el-tíðtøku. Bert hondstoppaða tíðin og føroyska metið hjá Elin Rasmussen tekur úrslitið hjá Aldu.

Alda 100 m
T
inna Berg Jørgensen og Alda S. Lamhauge. Alda eigur nú føroya skjótastu góðkendu el-tíð nakrantíð! (mynd: Hvirlan)

 

Tey hava eisini kappast dúgliga í trístøkki. Serliga Tórur Mortensen og Edna Maria Debes eru nær við oyl kravið. Miðteinarennararnir úr Bragdinum og Treysti hava eisini roynt seg, og ætla at gera onkra royndina afturat. Men tey skulu nú til at skunda sær, tí nú eru bert fýra dagar eftir at kappast í.

Gevið gætur: Evstamark fyri at klára úttøkukrav er sunnudagin 26. apríl!  (og ikki 30. apríl, sum tað hevur staðið undir krøvunum.)

0 comment
0

Related Articles