Home Landslið Body Attack og Body Combat heldur enn Body Tequila!

Body Attack og Body Combat heldur enn Body Tequila!

by Hallur Holm


Aftast f.v. Gunnar, Einar, Marnar, Trygvi, Teitur, Daniel, Hans, Rúni og Hallur. Framman f.v. Gutti, Tórur
Regin, Elsa, Sára, Marita, Karin, Katharina, Rebekka og Tinna.

“UPPERCUT! SHUFFLE SHUFFLE SHUFFLE SHUFFLE SAKSE SAKSE VENSTRE HOOK HØJRE DOUBLE VENSTRE OG HØJRE SPARK BAGUD”

Talentbólkurin hevur verið savnaður um vikuskiftið, og leygardagin regnaðu kommando’irnar oman yvir okkum. Vit vóru stødd í Vælveru Fitness á Heykavegnum í Havn, har leiðarin Rune díkti á okkum. Fyrst ein hálvan tíma við Body Combat. Ein há-intensiv venjing við sløgum, spørkum og rungandi techno-tónleiki.


Onkur kundi kanska hildið, at hetta er casting til nýggja karate-kid filmin.

Ein munn av vatni, so byrjaði næsti hálvi tímin við einari venjing, sum kallast Body Attack. Her mátti arbeiðast enn harðari við einari rúgvu av armstrekkingum. So hart bleiv arbeitt, at eftir bert stuttari løtu, vóru bæði spegl og rútar fullkomiliga døggað og gólvið sigldi í sveitta. Men ígjøgnum venjingina komu vit, og aftaná vóru fleiri, sum fóru ein rennitúr.


Frá venjingini leygardagin.

Vit møttust annars í svimjihøllini fríggjakvøldið, har tey ungu kundu spæla og skvambla í hyljunum, meðan venjararnir tosaðu um ymisk viðurskifti viðvíkjandi talentbólkinum, eitt nú samskipan av venjing.


Leygarmorgunin gingu vit ein túr út á Boðanes. F.v. Karin, Katharina, Sára, Elsa, Rebekka, Rúni og Hans.

Leygarkvøldið hugnaðu vit okkum á Hotel Streym, har vit gistu alt vikuskiftið. Her var ein stuttlig og spennandi spurnarkapping hildin, áðrenn farið varð til songar. Sunnumorgunin høvdu vit venjing á Tórsbreyt, har Jógvan Glerfoss var komin at taka sær av spurtarunum, meðan Gutti og Hallur tóku sær av hvør sínum bólki við intervalvenjingum. Eftir venjingina bjóðaði føðingardagsbarnið Elsa heim til góðan grýturætt og rís a lamande omaná.

Klokkan 14 fóru vit hvør til sítt. Talentbólkurin verður aftur savnaður  í Klaksvík vikuskiftið 16.-18. mars.


Hópurin avmyndaður eftir venjingina í Vælvera Fitness leygardagin.


Ein øðrvísi háttur at njóta veðr. Øll hava tørv á einum herðaklappi av og á.

0 comment
0

Related Articles