Home Landslið Gullborg Heinesen í serflokki og fyrsta gullmerkið í 10 ár!

Gullborg Heinesen í serflokki og fyrsta gullmerkið í 10 ár!

by Hallur Holm

Eftir frálíku byrjanina hjá frælsa ítróttinum mánamorgunin, skuldu 10.000 metra rennararnir mánakvøldið royna at fylgja góðu úrslitunum upp. Fyrst Valborg Heinesen hjá kvinnunum og síðani Marnar Djurhuus hjá monnum. Á startlistanum hjá kvinnunum vóru nógv nøvn, men so hvørt kappingin nærkaðist, frættist um onkur avboð. At enda vóru tær bert seks kvinnur á startlinjuni, tá skjótast skuldi. Og so skuldi man trúð, at nú bleiv lætt spæl. Men so væl spældi klaverið ikki, tí av øllum nøvnunum í rúgvuni vóru fýra teirra tær sum vit frammanundan sóu sum vandamiklastu kappingarneytarnar hjá Valborg.


Heldur tunnligt á startinum, men kvalitetinum bagdi so einki. 

Kappingarætlanin var greið. Valborg skuldi bara fylgja við og ikki gera nakað arbeiði fyrr enn eftir 6-7000 m. Ferðin fyrstu løtuna var einki at reypa av. Umleið 4.00 pr km. Grønlendska kvinnan fall frá longu eftir 2-3000 metrum, og so vóru bara teir fimm favorittarnir eftir. Valborg lá og dusaði sær á halanum og hevði næstan hvílipuls, tá Hannah Howard fall frá nakað áðrenn 5.000 metrar, sum blivu afturumlagdir uppá 19.56.


Á halanum framman fyri grønlednsku Liza. Gail Griffith førir framman fyri Eastwanick, Howard, Livet og Valborg.

Nú fór ferðin eitt vet upp, og Eastwanick frá Bermuda byrjaði eisini at fáa trupulleikar. Tað var fyri tað mesta  Gail Griffith av Isle of Man, sum setti ferðina. Aftaná 7.000 metrar var Valborg blivin troytt av anonyma lívinum á halanum, og hevði fingið hug at spæla við vøddunum. Hon tók leiðsluna og setti eitt sindur meira ferð á. Og so var skjótt, at Sara Livet av Ynos Mon bleiv sett av, soleiðis at bert Valborg og Gail Griffith vóru eftir. Valborg rann nú nøkur javnt skjót umfør, har hon allatíðina økti eitt lítið sindur. Ferðin lá leingi undir 3.35, so tað mátti bara vera ein spurningur nær tann reyða mátti sleppa. Men treisk var hon sum arvasyndin og ikki fyrr enn tað manglaðu 900 metrar kom holið, sum vit bíðaðu eftir. Og skjót var Valborg at gera eitt eyka rykk, og harvið geva Griffith banahøggið. Valborg hugdi ongantíð aftur um seg, men rann allan vegin í stórum stíli og við stórum yvirskotið til eitt trygt gullmerki.

Og hetta var eitt sera kærkomið gullmerki. Ikki síðani Heri Ziska vann klingrukappingina á Guernsey í 2003 hevur frælsur ítróttur vunnið gull á oyggjaleikunum, og eru tað sostatt 10 ár síðani.

 


At eingin kláraði at fylgja Valborg, tá hon veruliga skrúvaði ferðina upp, er ikki so løgið, tí seinastu 5.000 metrarnar rann hon uppá 18.05 min. og seinastu 3.000 metrarnir vórðu afturumlagdir í imponerandi 10.37 min, sum svarar til 3.32 pr km!!

Vit ynskja Valborg so hjartaliga tillukku við gullmerkinum og byrja longu at blíva spent til fríggjadagin, tá ½ maraton er á skránni.

 

Sigurssæl hevjar Valborg armarnar í loft. Hon yvirhálaði enntá ein av hinum favorittunum við einum umfari!


Og sjálvandi fekk hon klemm frá einum ovurfegnum formanni!

Heat: Final
Position Bib Competitor Island Result Medal
1st 73 Valborg Heinesen Faroe Islands 38:01.20 Gold Gold
2nd 65 Gail Griffiths Isle of Man 38:14.62 Silver Silver
3rd 48 Ashley Estwanik Bermuda 38:47.61 Bronze Bronze
4th 108 Sarah Livett Ynys Môn 39:46.30
5th 81 Hannah Howard Isle of Man 39:48.52
DNS 76 Rose-Anna Hoey Bermuda
DNS 83 Synnøve Ingulfsvand Hitra
DNF 84 Liza Tuperna Itzchaky Greenland
DNS 127 Emma Jane Montiel Gibraltar
15/07/2013 20:26:42 Confirmed 15/07/2013 20:27:17 N/A
3 comments
0

Related Articles

3 comments

Fríđrikur 16.07.13 - 05:10

Ikki eitt eyga turt:) hetta er stórt! Tillukku Valborg “Gullborg” :-):-DB-)

Óli Olsen 16.07.13 - 11:06

Ikki við mýkindum, tit fara fram. Hjartaliga til lukku.

Niels 17.07.13 - 09:16

Framúr

Comments are closed.