Home Landslið Marna eisini “íslandsmeistari” – 2. dagur í Kópavogi

Marna eisini “íslandsmeistari” – 2. dagur í Kópavogi

by Hallur Holm

Aftur í dag fingu vit ein føroyskan “íslandsmeistara”, og aftur í dag var tað ein av okkara stinnu kvinnum, sum stóð fyri bragdinum. Marna Egholm, sum um seinasta mánaðarskiftið vann trý heiðursmerki á oyggjaleikunum prógvaði í dag, at hetta so avgjørt ikki var av tilvild. Marna, sum annars mest rennur heilt longu teinarnar royndi seg í dag fyri fyrstu ferð á 3.000 metrum, sum samstundis var hennara stytsti teinur higartil í rennikapping.

Gávuríka Andrea Kolbeinsdóttir var favorittur at vinna. Hon tók skjótt leiðsluna, men tað var tó týðuligt, at hon megnaði ikki at seta Marnu undir veruligt trýst. Okkara Bjørk Herup Olsen rann eisini við her, og fylgdi við fyrstu 1.000 metrarnar, tá hon so smátt um smátt mátti síggja hinar fara spakuliga undan. Umfarstíðirnar hjá Andreu blivu eitt lítið vet skjótari fyri hvørt umfar, men kortini sást at Marna átti nógv at standa ímóti við. Seinastu tvey umførini var tað Marna, sum setti ferð á, og íslendska kvinnan stríddist fyri at fylgja við. 200 metrar áðrenn málið royndi Andrea seg við einum rykki, og ætlaði sær fram um og inn til sargina. Men Marna svaraði aftur og stongdi Andreu úti í aðru geil. Haðani og á málið gjørdist alt ein langur, javnur spurtur, har hvørgin vildi geva seg. Marna megnaði at halda munin allan vegin, og var eitt hálvt sekund undan ungu íslendsku gentuni. Tíðin hjá Marnu gjørdist 10.09,38 min.


Tað nærkast endanum og íslendska kvinnan roynir at troka seg fram um. Marna gav krút og vildi ikki víkja.

Bert 16 sekund aftari kom Bjørk Herup Olsen á málið við tíðini 9.25,33 min. Hetta eru bert 20 sekund frá hennara føroyska meti, og ein góð ábending um, at hon skjótt kann venda aftur til gamla styrki.


Bjørk og Marna væl nøgdar eftir 3.000 m renning

Tórur Mortensen setti eitt gott persónligt met í trístøkki í dag. Hetta gjørdi hann longu í fyrsta umfari, tá hann leyp 13,57 metrar, sum er 25 sentimetrar longur enn gamla persónliga metið. Tað er sera spennandi at fylgja menningini hjá Tóri, sum gongur við rúkandi ferð – bæði í longdarlopi og trístøkki. Aftur í triðja lopi prógvaði Tórur sítt virði, tá hann aftur leyp yvir gamla metið, hesuferð 13,43 metrar. Tórur megnaði við sínum 13,57 metrum at gerast nummar tvey í kappingini. Saman við fjórða plássinum í longdarlopi hevur Tórur havt tveir sera góðar kappingardagar í Reykjavík.


Tórur Mortensen ætlar at loypa enn longri seinni í ár

Annars byrjaði hesin dagurin við, at Margit Weihe rann innleiðandi á 200 metrum. Tað eydnaðist henni at vinna sín riðil við tíðini 27,62, sum er eitt sindur frá hennara besta. Samanlagt gjørdist Margit nummar fýra innleiðandi, og átti pláss í finaluni. Um hon altso var íslendingur. Føroyingar fingu ikki loyvi at taka eina av teimum seks geilunum í finaluni. Tá so finalan varð runnin seinni á degnum, var tað sera harmiligt hjá okkum at síggja, at bert fýra vóru møttar – og eftir úrslitunum í finaluni at døma, er væl hugsnadi, at Margit hevði blivið nummar trý.

DSC03743b
Margit hevði heilt góða ferð og vann riðilin. Hon metti sjálv, at hon mundi vera heilt nær við sítt føroyska met (27,21) og hyggur tí illtrúgvin at úrslitatalvuni.

Rebekka Fuglø, sum vann 1.500 metra kappingina í gjár, rann í dag 800 metrar, har hon skuldi renna móti heimsstjørnuni Anitu Hinriksdóttir. Íslendska stjørnan sá út til at hava ein heilt góðan dag og rann alt hon var ment frá fyrsta feti. Eftir var bara hjá Rebekku at kempa um annaðplássið, og at royna at renna bestu tíð. Fyrsta umfar gekk sum tað skulid. Millumtíðin passaði rættiliga væl, og Birkisdóttir á triðja plássið sá út til at byrja at dragna. Á øðrum umfari bleiv annaðplássið væl og virðiliga staðfest, men ferðin helt ikki, og Rebekka fekk at enda tíðina 2.15,47 min, sum er úti við trý sekund frá hennara føroyska meti.


Rebekka roynir at sleppa undan Mariu Birkisdóttir, meðan Regin Thomsen rópar 200 m-millumtíðina.

Rúni Seloy var í somu støðu sum Rebekka. 1.500 m í gjár og 800 m í dag. Tað skuldi rennast í tveimum riðlum, har Rúni var í seinna. Men uttan at hava fingið nakað at vitað, vóru riðlarnir báðir slignir saman, og Rúni fekk tí ikki seinasta partin av upphitingini við. Eitt sindur órógvandi, men tað var bara at renna. Tað vóru nógvir sterkir rennarar við, og Rúni legði seg á halan at lúra. Hetta gjørdist hørð renning, har Rúni stríddist við at vinna seg nøkur pláss fram. Ofta hava vit sæð Rúna steðgað upp seinastu 100 metrarnar, men gott var at síggja hann verja sína støðu í dag í harðari kapping. Rúni gjørdist nummar seks av teimum níggju rennarunum við tíðini 1.58,86 min.


Rúni í harðari kapping allar 800 metrarnar – gott at síggja hann sterkan á seinastu 100 metrunum.

Eisini Edna Maria Debes fekk eina topp-plasering í dag. Í kappingini í trístøkki eydnaðist henni at vinna seg heilt fram á triðjaplássið. Hetta gjørdi hon við at leypa 9,76 og harvið sníkja seg tveir senitmetrar longur enn nummar fýra. Edna Maria leyp javnt gott í dag, og hevði fimm góð lop.


Edna Maria Debes kempaði hart og bleiv nummar trý í trístøkki.

Seinasti maður í kapping í dag var klingrukastarin Hallur Simonsen. Hallur vann heldur óvæntað silvurheiðursmerki á oyggjaleikunum, og hevði tí okkurt at liva upp til millum allar teir mongu sterku íslendsku klingrukastararnar. Fyrsta kastið gjørdist tað besta, og var samstundis triðbesta kast hjá Halli í kapping. 43.00 segði mátibandið og hetta rakk til fimtapláss í einari javnari kapping.


Hallur Simonsen fekk enn eitt gott úrslit í klingrukasti


Og so var tað boðrenning – 4 x 400 metrar. Her er tað Rebekka við tingakrossinum í hendi

DSC03757
Liðið í 4 x 400 m. Bjørk, Rebekka, Marna og Margit. Bert tvey lið luttóku, og vit blivu nummar tvey við tíðini 4.24,17 min. 


Eftir lokna kapping varð føroyska liðið fagnað

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríðrikur 27.07.15 - 10:47

Frábart. 🙂

Comments are closed.