Home Landslið Nógvir íðkarar og ungir venjarar

Nógvir íðkarar og ungir venjarar

by Hallur Holm

Farna vikuskifti var talentbólkurin hjá FÍF savnaður í Havn til tríggjar venjingar. Ein venjing var fríggjakvøldið, ein var leygarmorgunin, og seinasta venjingin var leygardagin. Tilsamans 30 ung, venjarar og leiðarar vóru á leguni. Tað var í stóran mun teir ungu menninir, sum stóðu fyri venjingunum. Helgi Geyti stýrdi kastibólkinum, Trygvi Laksafoss hevði lopvenjing og Rúni Seloy og Tummas Napoleon Arge skipaðu venjingina hjá spurtarunum. Miðteinarennararnir vórðu pískaðir av undirritaða.

Leygardagin seinnapartin varð farið í Vælveru Fitness, har Rune fyrst koyrdi eina venjing við kickboxing í gjøgnum, og endaði við einum hálvum tíma við zumba.

Tað er heilt ótrúligt, sum venjingarhugburðurin er góður millum tey ungu, og spenningurin nú tær stórur kappingarnar nærkast, er ovurstórur. Tað er heilt víst, at fleiri hava gjørt risa framstig gjøgnum veturin og várið. Vit lata myndirnar tala.


Elisabet superskjót, Maria superseig og Oddvør nógv av báðum. Hóast ymiskar styrkir, hóska tær stak væl saman – bæði til venjing og uttanfyri breytina.

Rebekka, Katarina og Karin gera klárt til enn ein harðan 300 metur. Vónandi síggja vit tær allar á Jersey næsta summar
Steintór, Regin, Niklas, Rúni, Tórur, Tummas Napoleon og Helgi.


300 m, 200 m, 100 m x3 – Ein heilt ótrúliga góður innsatsur, har runnið varð sum fyri lívinum. Steingrímur, Teitur, Karin, Katarina, Elisabet, Rebekka, Oddvør og Maria  

Nei, Hanus. Tú ert ikki størri enn spjótið. 


Soleiðis Hanus. Hatta sær betri út!


Helgi er venjari og kastar sjálvur.


Niklas Kruse er tann nýggi skjóti drongurin í klassanum


Disiplin í, tá Seloy og Arge venja startspurtir. F.v.: Niklas, Steintór, Regin, Tummas Nap, Tórur og Rúni. (við fyrivarni)


Og so var kickboxing á skránn


Hanus og Hallur gingu upp í tað við lív á sál


Sjálvt hin fitta Sára fann sín innara sadist fram, og mundi sparkað allar innvølirnar úr vinkonuni Katarinu


At enda var tað Zumba. Fremst standa tey yngstu: Elisabet, Oddvør, Maria, og so teir tríggir, sum vóru við fyri fyrstu ferð: Elias, Andreas og Pauli.


Eingin yvir og eingin við síðuna av Trygva, tá tað kemur til Zumba. Hann átti gólvið. Rebekka, Tummas, Hanus og Tórur hava heilt víst eisini eina zumba-karrieru framman stavn.

Túsund takk fyri eina sera góða venjingarlegu.

Nógv fleiri myndir eru á picasaweb hjá Treysti, og kunnu síggjast á hesi slóðini: https://plus.google.com/photos/117242881555420040312/albums/6014514552939939745?banner=pwa

 

 

 

0 comment
0

Related Articles