Home Landslið Nú verður tað álvari á Bermuda

Nú verður tað álvari á Bermuda

by Hallur Holm

Tað eru nú longu tvey samdøgur síðani hópurin hjá FÍF kom uppá pláss á Cedarbridge Academy í Hamilton, Bermuda. Higartil er tíðin brúkt til at eta, sova, hvíla og til lættar venjingar. Í gjárkvøldi vóru vit til setanina og í dag hava vit aftur tikið okkum av løttum. Leikirnir eru byrjaðir í dag, og vit hava verið úti og hugt eftir øðrum ítróttargreinum. Onkur hevur hugt eftir súkkling, onkur eftir flogbólti og nøkur fóru eisini at hyggja eftir fimleikinum.


Í morgun savnaðist føroyski hópurin á National Sportscenter til myndatøku. Standandi: Rógvi, Øssur, Trygvi, Heri, Marnar og Rói. Á knæ: Rúni, Rebekka og Valborg.

Men nú verður tað álvari! Tí mánamorgunin byrja okkara kappingar, og heili seks av okkara íðkarum skulu kappast í morgin; fýra fyrrapartin og tvey mánakvøldið. Bæði hæddarlop og innleiðandi riðlarnir á 100 metrum byrja klokkan 10.05. Í hæddarlopi hava vit heilar tveir luttakarar við, og er tað sera sjáldsamt. Hetta er bert einaferð hent fyrr, og tað var tá leikirnir vóru í Føroyum. Byrjunnarhæddin er sett til 165 cm, og tí hæddini hevur hvørgin av okkara luttakarum trupulleikar við. Trygvi Laksafoss hevur lopið 185 cm, sum eisini er úttøkukravið til oyggjaleikirnar. Heiðursmerkini plaga at falla til avrik frá 195 – 205 cm, so Øssur Debes Eiriksfoss, sum fyri tveimum árum síðani vann bronsu við júst 195 cm, kemur ivaleyst at verða við í kappingini heilt fram móti endanum, tá heiðursmerkini skulu býtast. Føroyska metið á 200 cm setti Øssur í kapping á Tórsbreyt í fjør.

   
Trygvi Laksafoss er við á oyggjaleikunum fyri fyrstu ferð. Ein skaði kann noyða hann at seta av við skeiva beininum, og so verður ivasamt, um hann kann liva upp til lopið á 185 cm, sum kvalifiseraði hann til oyggjaleikirnar. Øssur var við á oyggjaleikunum fyrstu ferð fyri tveimum árum síðani, tá hann vann bronsu við 195 cm. Vit vóna at søgan endurtekur seg í morgin ella gerst enn betri.

Rói Holgarsson, sum longu hevur verið okkara besti spurtari í góð trý ár, er einasti føroyski stutt-spurtari á leikunum, og skal umboða okkum á 100-metrinum í morgin. Teir 17 spurtararnir eru koyrdir í tríggjar riðlar, og Rói er komin í triðja og seinasta riðilin. Tað verða tveir teir fremstu í hvørjum riðili, umframt tvær tær bestu tíðirnar hjá restini, sum koma víðari í finaluna mánakvøldið. Mótstøðan er sera hørð, og tað sær út til at blíva eina sera javnur riðil hjá Róa, sum skal renna upp til sítt allarbesta, skal hann gera sær vónir um at koma í finaluna. Vónirnar hjá Róa fyri einari góðari tíð erugóðar, tí á VU-Spelen næst seinasta vikuskifti rann hann 11.43 undir sera vánaligum umstøðum. Besta tíðin hjá Róa er 11,35, sum bert er 8/100 sek frá føroyska metinum hjá Heina Hátún. So umframt at jakta eitt pláss í finaluni, er føroyska metið eisini eitt mál hjá Róa. Vónandi nær hann báðum.


Føroyskur spurtkongur í trý ár, men fyrstu oyggjaleikir. Vit krossa fingrar fyri at Rói Holgarsson nær einum finaluplássi og einum føroyskum meti.

Klokkan 11.10 skal Rúni Seloy renna innleiðani umfarið á 800 metrum. Eisini á 800 metrum eru tríggir riðlar, har tveir teir fremstu koma í finaluna og síðani tvær tær bestu tíðirnar av hinum. Tað sær næstan út til at Rúni hevur verið heppin við lutakastinum, tí ongar av teimum stóru kanónunum eru endaðar í hansara riðili. Tó er ein rennari, sum vit ikki vita so nógv um. So vónirnar um at fáa Rúna í finaluna eru góðar. Finalan verður runnin týskvøldið.


Rúni Seloy er við á sínum triðju oyggjaleikum. Vónirnar eru góðar um eitt finalupláss á 800 metrum

Mánakvøldið verða so báðar finalurnar á 10.000 metrum, og í báðum tveimum hava vit føroyska umboðan. Fyrst er tað Valborg Heinesen, sum skal í sína fyrstu oyl-kapping nakrantíð. Men kortini er hon tann av okkara, sum á pappírunum hevur besta møguleikan at røkka heiðursmerkjaskamlinum. Valborg rann herfyri eina 10.000 m kapping í Pólandi uppá 37,25 min. Hetta er ein dygdartíð, sum allar aðrar oyggjaleikir høvdu verið garanti fyri heiðursmerki. Men nógvar sterkar kvinnur eru á oyggjaleikunum í ár, og sannlíkt verða tær fýra kvinnur, sum móti endanum koma at kappast um tey trý heiðursmerkini.


Valborg Heinesen er við á sínum fyrstu leikum, men er tó okkara størsta heiðurmerkjavón.

Seinasta av okkara kappingum mánakvøldið er finalan á 10.000 metrum hjá monnum, har vit hava Marnar Djurhuus við. Marnar var eisini við á seinastu oyggjaleikum, tá hann vann bronsu á 5.000 metrum og bleiv nummar fimm á 10.000 metrum. Tíðin hjá Marnari var ta ferðina 32.56 min og er enn hansara persónliga met. Í annaðkvøld kunnu vit rokna við, at einir 4-5 mans koma undir 33 minuttir, so kann Marnar renna upp til sítt allarbesta og eitt sindur afturat, verður hann eisini ein partur av heiðursmerkjastríðnum.


Marnar Djurhuus er við á øðrum sinni, og vónar, at hann aftur hesuferð kemur heim við heiðursmerki.

At enda skal her verða ynskt øllum góða eydnu við kappingunum í morgin. Vit fara sjálvandi at greiða frá øllum kappingunum her á síðuni. Fylgið við!

0 comment
0

Related Articles