Home Landslið Okkara fólk í eldin í morgin

Okkara fólk í eldin í morgin

by Sølvi Reinert Hansen

Rigmor og Gutti
Rigmor og Gutti um døgurðatíð í dag í forhøllini á Ixian Grand Hotel í Ixia á Rodos. Tey bæði skulu renna hálvmarathon í morgin kl. 9 lokala tíð, sum er kl. 7 føroyska tíð.

Seinni kl. 18.30 (16.30) skal Heri royna seg í hamarkasti. Bjørk rennur 1500 m finalu kl. 19.30 (17.30), og Jóan Karl rennur 800 m innleiðandi kl. 19.45 (17.45).

Hitin í dag liggur aftur um 32 stig, men eitt fitt lot er. Okkara fólk venja morgun ella kvøld, og ansa annars væl eftir ikki at fáa ov nógva sól (Gutti er gott dømi), og at drekka nógv.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

p djurholm 30.06.07 - 20:37

Góða eydnu í morgin øll somul -:) Passa nú væl uppá tykkum !

Comments are closed.